Aftur til tíðindasavn

Landsliðsúttøka til European Small Federation Games

21 mar 2025

Landsliðsnevndin hevur havt fund í samband við úttøku til landslið til European Small Federation Games, sum verður leikt í Bukarest, Rumenia 11-13 mai 2025.

Landsliðsnevndin er komin fram til at taka hesar leikarar út til European Small Federation Games: Magna Jøkladal, Pól Egholm, Dánjal Paula Mohr og Arna Mikkelsen

Næsta úttøka úr bruttohópinum verður 30. apríl til Norðurlandameistaraskap (NM), sum verður leikt í Íslandi 5-8. juni 2025. Miðja verður ímóti at tvey føroysk landslið luttaka í hesi kapping.

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

26. mai 2025

Nýggj pør skulu royna seg í FM

23. mai 2025

Lands­lið­ini til NM tikin út

16. mai 2025

Opið hús á Realbridge

14. mai 2025

Endaðu aftarliga í EM fyri smátjóðir