Bridgehúsið

Bridgehúsið í Gundadali, Tórshavn

Nevndin í Bridgehúsinum

Marjun Restorff, forkvinna
tel.: 273 967
tpost: marjun.restorff@gmail.com

Salomon Johansen, peningarøkil
tel. 316 267 og 251 676
tpost: saj@trygd.fo

Oddmar Danielsen, nevndarlimur

Finn Ougaard, nevndarlimur

Húsið

Í 1990 varð bygningur keyptur uppi í Gundadali í felag av teimum trimum bridgefeløgnum í Tórshavn (Havnar Bridgefelag, Nýggja Bridgefelag og Bridgedeild Kaggans). Í 1992 varð byrjað at spæla í Bridgehúsinum eftir størri umvælingar.

Síðani er Bridgedeild Kaggans niðurløgd, og hini bæði feløgini eiga nú Bridgehúsið.

Í 2016 boðaði Tórshavnar kommuna bridgefeløgunum frá, at tey ynsktu leigusáttmálan um grundøkið, sum Bridgehúsið stendur á, uppsagdan, og ætlanir vóru um, at taka Bridgehúsið niður og gera økið til parkeringspláss í sambandi við útbyggingina av stadionøkinum í Gundadali. Hvørja lagnu bridgefeløgini í Havn fáa av hesi orsøk liggur enn í tí óvissa, og er nær tengd at, hvørjar sømdir TK eigur at bjóða feløgunum.