Bridge í kvøldskúlanum

Realbridge

Leinki til venjing 20-11-2003

 

 

 

 

 

Bridge í kvøldskúlanum 2023-24

HEYSTSKEIÐ

Heystskeið í bridge byrjar mánakvøldið 18. september.

Tilmelding til várskeið er opin í kvøldskúlanum til 1. nov.

 

Mánakvøld kl 19.00 - 21.30 í Bridgehúsinum er frálærara fyri byrjarar og spæl fyri øll.

Spæl bridge 1 (lesihefti pdf)
Spæl bridge 2 (lesihefti pdf)
Spæl bridge 1 og 2 (læraravegleiðing pdf)
Spæl bridge 1 (spøl og viðmerkingar pdf)
Spæl bridge 2 (spøl og viðmerkingar pdf)

 

Mikukvøld kl 19.00 - 21.30 verður spælt á Realbridge.

Leinki til Realbridge:

Dagur

Leinki

Viðmerkingar

Mikukvøld 20-09-2023 Leinki Viðmerkingar
     

 

Leygarmorgun kl 10.00 - 12.00 verður frálæra og spæl fyri framhaldsnæmingar í Bridgehúsinum. Onnur eru eisini vælkomin.

 

 

 

 

 

Kvølskúlin 2022/23

Bridge verður í kvøldskúlanum í Havn, í Klaksvík og á Giljanesi

Tekning til kvøldskúlaskeið í Havn:

Skeið fyri byrjarar mánakvøld kl 19.00-21.30 https://www.kvoldskulin.fo/courses/651 
Framhaldsskeið mikukvøld kl 19.00-21.30:  https://www.kvoldskulin.fo/courses/652

Tekning fer fram í døgunum frá 29. august til 4. september 2022. 

Hevur tú okkurt at spyrja um, send eini boð til Arnbjørn Sivertsen: arnbj.sivertsen@gmail.com

 

Kvøldskúlaskeið í Klaksvík

Skeið í bridge verður týskvøld kl 19.30 - 22.00. Vit byrja 4. okt. 2022.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni kks.fo og byrjar umleið hálvan septembur. Um tit hava onkrar fyrispurningar, kunnu tit skriva ella ringja til:

Símun Lassaberg: telefon: 50 47 41 ; teldupost: slassaberg@gmail.com

 

Bridge í kvøldskúlanum á Giljanesi

Skeið í bridge verður í kvøldskúlanum á Giljanesi í vetur. Tey, sum hava áhuga og møguliga ætla sær við, kunnu seta seg í samband við: 

Jákup Egholm: telefon: 26 00 56 ; teldupost: jakupegholm1947@gmail.com

 

Ein stutt lýsing av framhaldsskeiðnum í kvøldskúlanum í Havn. Sí eisini "Lesihefti til framkomnar spælarar" niðanfyri.

 

Kvøldskúlin í Havn 2021/22

Kvøldskúlaskeið í bridge í Havn árið 2021-2022

 

 

Skeið fyri byrjarar

Skeiðið verður í Bridgehúsinum mánakvøld kl 19.00 - 21.35. Vit byrja mánakvøldið 27. september og halda fram til páskir. Lærari verður Arnbjørn Sivertsen. Tilmelding fer fram í kvøldskúlnum í døgunum frá 30. august til 5. september: https://kvoldskulin.fo/courses/651

Lýsing av skeiðnum
Byrjað verður heilt frá grundini, so tey, sum ikki eru von at spæla kort, eisini kunnu vera við. Eitt vanligt kvøld fer fram soleiðis. Fyrstu løtuna - í mesta lagi 30 minuttir - tosa vit um dagsins evni, sum næmingarnir hava lisið uppá í læruheftinum. Uppgávur verða svaraðar og dømi tikin á talvuni. Síðan er stuttur kaffisteðgur, áðrenn vit spæla spøl, sum eru løgd til dagsins evni. Vanliga spæla vit umleið 8 spøl. Á byrjaraskeiði er ikki neyðugt at hava ein fastan makkara.

Lesihefti
Lesihefti, sum er á føroyskum, letur skúlin ókeypis til hvønn næming. Heftini vit vanliga nýta eru hesi:

EITT GRUNDSKEIÐ Í BRIDGE: https://bridge.fo/upload/tinymce/8b450c9643b1988116057d2e2d13cdf3609a1425.pdf

SPÆLITEKNIKKUR - SPÆLFØRING OG MÓTSPÆL:  https://bridge.fo/upload/tinymce/bd100b963db607ffc810c05244725d6d2c38c337.pdf

 

Framhaldsskeið

Hetta skeið verður í Bridgehúsinum mikukvøld kl 19.00 - 21.35 og er fyri tey, sum eru liðug við grundskeiðið, men eisini fyri royndar bridgespælarar. Vit byrja mikukvøldið 29. september. Skeiðið er býtt í 4 partar, har hvør partur er mettur at vara millum tríggjar og fimm vikur. Tilmelding fer fram í kvøldskúlnum í døgunum frá 30. august til 5. september:  https://kvoldskulin.fo/courses/652

  • 1. partur: Endurtøka og skipanarkort
  • 2. partur: Majorstuðul
  • 3. partur: Slemmáhugi
  • 4. partur: Kappingin um kontraktina

1. partur: Endurtøka og skipanarkort
Her fara vit at minna okkum á, tað sum vit hava lært og skipa tað betur. Makkararnir læra at skriva sínar avtalur inn í eitt skipanarkort.
Lesihefti: https://bridge.fo/upload/tinymce/550c0d8ca5413999357b21fecadc5d282065c01f.pdf

2. partur: Majorstuðul
Her læra vit nakrar av teimum vanligastu avtalunum, sum flestir royndir bridgespælarar nýta í kappingum. Avtalurnar eru Bergen Raises, Bekkasin og Splinter.
Lesihefti: https://bridge.fo/upload/tinymce/d57e505082efd9bd7000cbbbec29b7910c82d479.pdf

3. partur: Slemmáhugi
Hesin parturin snýr seg um, hvussu vit betur skyna á, nær vit skulu melda slemm, og nær vit ikki skulu, hóast kortini tykjast vera nóg góð. Avtalur, ið nýttar verða, eru Fjórði Litur, Cuebid og RKC-1430.
Lesihefti: https://bridge.fo/upload/tinymce/d9d9652dd888207f24d96bb9d7eb7ce9b1ad44da.pdf

4. partur: Kappingin um kontraktina
Her finna vit nøkur av teimum meldiamboðunum, sum royndir spælarar nýta, tá ið bæði pørini melda og kappast um at fáa kontraktina. Amboðini eru nógv, t.d. innmeld, sperrumeld, tak-út-duplingar, Michaels Cuebid, DONT, Cappelletti, Negativ dupling, Lebensohl, Unassuming Cuebid og fleiri. Hesin fjórði parturin av skeiðnum man vera tann, ið varar longst.
Lesihefti: https://bridge.fo/upload/tinymce/44157e2cdd4b8068c8ddab7c0def71d8550671eb.pdf

Afturat øllum hesum er ætlanin av og á at tosa um spæliteknikk av ymsum slagi.