Bridgeskúli
Hví spælir tú bridge?
Vit spurdu nakrar bridgespælarar, hví tey spæla bridge.
Hug at læra at spæla bridge ?
Føroya bridgesamband (FBS) hevur sett ein samskipara komandi árið (2021-22) at skipa fyri frálæru í bridge um allar Føroyar. Uppgáva hansara er saman við nevndunum í teimum ymsu feløgunum at skipa fyri skeiðum fyrst og fremst fyri nýbyrjarar, men seinni eisini fyri meira framkomnar bridgespælarar. Ein av uppgávunum er at kunna um, hvat bridge er, og hvar tað ber til at læra at spæla bridge. Ætlanin komandi vetur er at fáa bridge við í kvøldskúlan ymsastaðni í landinum og eisini at skipa fyri innleiðsluskeiðum í bridge í fólkaskúlanum, um áhugi er fyri tí í skúlunum.
Samskiparin svarar fegin øllum spurningum hesum viðvíkjandi bæði frá fólki, ið ynskja at læra spælið, og frá skúlum, sum eru áhugaðir at fáa vitjan av bridgespælarum til eitt innleiðsluskeið. Ringið ella skrivið til:
Arnbjørn Sivertsen, tel 257970, teldupost: arnbj.sivertsen@gmail.com
Hvussu fáa vit nýggjar bridgespælarar?
Her eru hugskot og tilfar um, hvussu vit fáa fleiri bridgespælarar.
- Nýggi spælarin (týtt úr svenska "Rekrutten") - Ein vegleiðing til teirra, ið seta sær fyri at fáa fleiri ung fólk at spæla bridge og at skipa fyri frálæru í skúlum og feløgum.
- Berlin Seminar 2014 - Í februar 2014 umboðaðu Connie Thomsen, Símun Lassaberg og Arnbøjrn Sivertsen FBS á regluliga seminarinum hjá EBL, sum hetta árið var hildið í Berlin. AS skrivaði ein samandrátt av seminarinum við serligum atliti til, hvussu tey ymsu londini arbeiða fyri at fáa fleiri spælarar.
- Bridge - kom og spæl! (týtt úr danska "Må vi ha´ lov?" eftir Villy Dam) - Ein bóklingur til teir yngstu bridgenæmigarnar.
- Kortblandarin 6 - Á síðu 4 og 5 í blaðnum hjá Havnar Bridgefelag frá 2000 siga nakrir bridgespælarar sína hugsan um, hvussu vit kunnu fáa fleiri fólk at spæla bridge.
- Fagbeskrivelse for valgfaget bridge - Í Danmark er bridge eitt valfak í fólkaskúlanum. Soleiðis er tíverri ikki í Føroyum enn.
- Skolebridge - Hvad skal det nu gøre godt for?
- http://www.skulabridge.com/ - Í 2017 gjørdi Ása Andreasen eina góða heimasíðu um skúlabridge.
- Startpakke juniorbridge - Í norska býnum Rana hava tey gjørt eitt bridgefelag fyri ungar spælarar.
- Snarskeið til hálvan ella heilan skúladag - Norskt.
- Inspirationskatalog - Seks gode eksempler på samarbejder mellem skoler og fritidstilbud: Skolebridge, Esport, Musik, Børne-basket, Fiskerskolen og Odense Cykelklub.
- Appetitvækker til skole-elever.
- Begyndermappen.
- Bidt af bridge.
- Bridge - Hvorfor det?
- Vejledning til Skolebridgehjælpere.
- Bridge 4 All - Israel´s PR Campaign (enskt)
- Basic Youth Bridge Course - (á enskum)