Skriving um bridge
Skriving um bridge
(Arnbjørn Sivertsen)
Av og á upp gjøgnum tíðina hava føroyskir bridgespælarar tikið seg saman og skrivað um bridge. Mortan Rasmussen og Ingi Helmsdal vóru nakrir av teimum fyrstu, sum skrivaðu um bridge í bløðunum og seinni tóku aðrir við m.a. undirritaði. Javnan upp gjøgnum árini frá 1970 og fram til aldarmótið stóð at lesa um bridge í føroysku dagbløðunum. Dimmalætting, Sosialurin, Oyggjatíðindi og Fregnir eru tey, ið fyrst fella mær til hugs.
Føroysk bridgetíðarrit eru gjørd við jøvnum millumbilum, men fá av teimum høvdu langa livitíð. Undirritaði hevur í eina tíð arbeitt við at savna føroysk bridgespøl og bløð saman og givið teimum nýggjan ham við tí fyri eyga, at tey verða løgd út á heimasíðuna hjá FBS, so eftirtíðin eisini kann fáa gleði av teimum.
GOMUL SPØL ÚR DAGBLØÐUNUM (pdf)
Samrøða við Óla Holm 1994 (pdf)
EM Malmø 2004 Føroyar-Svøríki á BBO (pdf)
Spøl frá Reykjavík Bridge Festival 2013 (pdf)
Spøl frá Kjørdæmamótinum á Akureyri 2013 (pdf)
FØROYA BRIDGE
Hetta var eitt blað, sum kom út 5 ferðir í 1985 og 1986, og sum Leif Pedersen, nevndarlimur í FBS, mest sum einsamallur skrivaði og gav út.
BRIDGE-ÁRIÐ
Nevndin í FBS 1992 – 1994 gav hetta blaðið út til limirnar einaferð um árið. Mær vitandi, kom blaðið út 3 ferðir.
1992 (pdf) | 1993 (pdf) | 1994 (pdf) | 1995 (pdf) |
* um onkur av tykkum hevur blaðið frá 1993, lat Arnbjørn frætta á tel. 257 970
KORTBLANDARIN
Nevndin í Havnar Bridgefelag gav hetta blaðið út til sínar limir árini 1996 – 2002. Kortblandarin kom út 9 ferðir.
nr 1 (pdf) | nr 2 (pdf) | nr 3 (pdf) | nr 4 (pdf) | nr 5 (pdf) |
nr 6 (pdf) | nr 7 (pdf) | nr 8 (pdf) | nr 9 (pdf) |
BRIDGEBLAÐIÐ
Nevndin í FBS 1998 - 99 gav hetta blaðið út einaferð um árið. Blaðið kom 2 ferðir.
1999 (pdf) |
HAVNAR BULLETIN
Nevndin í Havnar Bridgefelag 2012 – 2014 gjørdi hetta blaðið, sum varð sent við telduposti til limirnar. Blaðið kom 4 ferðir.
nr 1 (pdf) | nr 2 (pdf) | nr 3 (pdf) | nr 4 (pdf) |