Aftur til tíðindasavn

Endaðu aftarliga í EM fyri smátjóðir

14 mai 2025

Myndasavn

Landsliðið hevði ikki eina av sínum bestu kappingum, nú landsliðið var við í EM fyri bridgesmátjóðir.

Landsliðið endaði á 12. plássi av 16 londum. Føroyar fingu 134,3 stig og vinnararnir úr Litava høvdu 184,79 fyri teirra 15 dystir. Føroyar vunnu seks dystir og skoraðu í miðal í allari kappingini 8.95 stig. Eftir sjey umfør vóru Føroyar nr. 5, men so gekk niður á bakka.

Spældir vóru 15 dystir við 10 spølum.

Á landsliðnum vóru Arne Mikkelsen-Dánjal Pauli Mohr og Pól Egholm-Magni Jøkladal.

Kappingin verður spæld hvørt ár og eg fyri tjóðir, har bridgesambondini ikki hava fleiri enn 500 limir.

øw

Skrivað: Øssur Winthereig

Seinastu tíðindi

26. mai 2025

Nýggj pør skulu royna seg í FM

23. mai 2025

Lands­lið­ini til NM tikin út

16. mai 2025

Opið hús á Realbridge

14. mai 2025

Endaðu aftarliga í EM fyri smátjóðir