Aftur til tíðindasavn

Landsliðini til NM tikin út

23 mai 2025

Landsliðini, sum skulu spæla NM í Íslandi 5. juni til 8. juni, eru úttikin.

Í opnum raði eru tað: Bogi Simonsen-Árni M. Dam, Robert Langgaard-Eyðun Anthoniussen og Símun Lassaberg-Rúni Mouritsen. Á kvinnulandsliðnum eru Eva Sarita Berg-Anna Paulina Leo Olsen og Birita Clementsen-Maria V Hansen. Kappingin verður við Laugarvatn eystanfyri Reykjavík.

Bæði Bogi-Árni og Símun-Rúni eru nýggj pør, sum ikki áður hava verið á opnum landsliði. Á kvinnulandsliðnum eru pørini tvey av teimum, sum eisini umboðaðu Føroyar til EM í Herning í fjør.

Ein landsliðsnevnd hevur tikið spælararnar út. Tey eru Jóannes Mouritsen, Henriette Svenstrup og Oluf Müller, sum eisini er nevndarlimur í FBS.

Tey bæði pørini á opna landsliðnum, sum vóru við í kappingini herfyri fyri smáar bridgetjóðr Small Federation Games – Pól Egholm-Magni Jøkladal og Arne Mikkelsen-Dánjal Pauli Mohr – eru ikki við.

- Arne Mikkelsen-Dánjal Pauli Mohr vóru ikki tøkir og Pól og Magni góvu avboð, sigur Oluf Müller.

Á kvinnulandsliðnum var eisini ætlanin at hava trý pør, men Marjun Restorff-Arnleyg Mikkelsen fingu forfall.
Landsliðssamaskipari er Símun Lassaberg.

Á myndini frøast kvinnurnar um ein sigur á EM-kappingini í Herning í fjør.

øw

 

Skrivað: Øssur Winthereig

Seinastu tíðindi

26. mai 2025

Nýggj pør skulu royna seg í FM

23. mai 2025

Lands­lið­ini til NM tikin út

16. mai 2025

Opið hús á Realbridge

14. mai 2025

Endaðu aftarliga í EM fyri smátjóðir