24 pør við í FM
Fleiri nýggj pør verða við í FM Pør, sum verður fríggjakvøldið 30. mai og leygardagin 31. mai.
Tvey nýggj pør, sum eisini eru landsliðspør á opnum liði skulu royna seg. Tey eru Árni M. Dam-Bogi Simonsen og Símun Lassaberg-Rúni Mouritsen. Eitt annað landsliðspar, sum meldaði avboð til NM í Íslandi í juni, er Arni Mikkelsen-Dánjal Pauli Mohr.
Onnur pør sum helst fara at kappast um ovastu plássini eru landsliðsparið Robert Langgaard-Eyðun Anthoniusen og Heðin Mouritsen-Magni Jøkladal. Og parið, sum altíð klárar seg væl Per Kallsberg-Jóannes Mouritsen, verður helst eisini ovarliga.
Bæði pørini á kvinnulandsliðnum eru eisini við: Anna Paulina Leo Olsen-Eva Sarita Berg og Birita Tollaksdóttir Clementsen-Maria V. Hansen.
Í alt eru 24 pør við í kappingini.
Spælt verður fríggjakvøldið frá kl. 19.00 og aftur leygardagin frá kl. 10.00 til umleið kl. 18. Í alt vera spæld 95 spøl – 19 umfør við fimm spølum. Hetta er Swiss-kapping, har høvuðsreglan er, at pør møta pørum, sum liggja næst teimum í kappingini, um tey ikki hava spælt móti hvørjum øðrum.
Jacob Duschek (DK), sum er altjóða kappingarleiðari kemur til Føroya at halda skil á.
Myndin er frá EM í Herning, har Árni M. Dam og Balle vóru eitt av landsliðspørinum í opnum raði.
Pørini, sum hava meldað til FM:
1. Jóanis Erik Køtlum & Jóhanna Lava Køtlum
2. Eyðun Anthoniussen & Robert Langgaard
3. Carl Mikkelsen & Arnbjørn Sivertsen
4. Per Kallsberg & Jóannes Mouritsen
5. Anna Olsen & Eva Sarita Berg
6. Jákup Sørensen & Leivur Holm
7. Eli H. Andreasen & Oluf Müller
8. Viggo Johannesen & Heini Joensen
9. Øssur Winthereig & Jákup Hjaltalin
10. Finnbogi Hansen & Ingolf Joensen
11. Marjun Restorff & Arnleyg Mikkelsen
12. Árni M. Dam & Bogi Simonsen
13. Birita Tollaksdóttir Clementsen & Maria V Hansen
14. Henriette Svenstrup & Jórun Johannesen
15. Arne Mikkelsen & Dánjal Pauli Mohr
16. Egil Helmsdal & Jón Rasmussen
17. Mortan Sólheim Thomsen & Haldor Ellingsgaard
18. Annika Olsen & Justinus Olsen
19. Oddmar Danielsen & Høgni Jacobsen
20. Símun Lassaberg & Rúni Mouritsen
21. Petur A. Johannesen & Eilif Petersen
22. Heðin Mouritsen & Magni Jøkladal
23. Dia Jacobsen & Hallberg Arnfríðson
24. Jens Sørensen & Jan Eidesgaard
øw
Seinastu tíðindi

Nýggj pør skulu royna seg í FM

Landsliðini til NM tikin út

Opið hús á Realbridge
