Fram til NM, sum verður 6-8 juni 2025 verður skipað fyri kapping á Realbridge hvørt kvøld.
Sum liður í venjing til NM kappingarnar fer Føroya Bridgesamband at skipa fyri kappingum á Realbridge hvørt kvøld fram til 5. juni. Byrja verður hvørt kvøld kl. 20.30. Miðja verður móti at spæla 5 umfør á 4 spøl.
Av tí at hetta er liður í venjing hjá teimum pørum, sum skulu spæla NM verður kappingin skipa sum IMP par.
Tað er ikki neyðugt at tekna seg til kappingina. Tó er neyðugt at vera inni á leinkjuni til kappingina í seinasta lagi 5 min. áðrenn kappingin byrjar. Leinkja til kappingina liggur á www.bridge.fo/realbridge
Øll eru vælkomin :-)
Seinastu tíðindi

26. mai 2025
Nýggj pør skulu royna seg í FM

23. mai 2025
Landsliðini til NM tikin út

16. mai 2025
Opið hús á Realbridge

14. mai 2025