Aftur til tíðindasavn

FM-LIÐ 2025/26

29 aug 2025

Eitt nýtt kappingarár stendur fyri framman, og fyrsta umfar í FM kappingini fyri lið verður leikt sunnudagin 28. september 2025.

Tilmelding til kappingina fer fram á hesi leinkju: Trýst her

Seinasta freist at boða frá luttøku er sunnudagin 21. september 2025 kl. 19.00

Kostnaðurin fyri at luttaka í FM-kappingini fyri lið er 1.000 kr. + 100 kr. fyri hvønn leikara. Eru 4 spælarar á liðnum er kostnaðurin sostatt 1.400 kr. (1.000 kr. + 400 kr.).

Luttøkugjaldið skal rindast á konto nr. 9181-174.473.0 við tilmelding.

Vónandi fáa vit eina góða kapping við luttøku av mongum liðum. Á hvørjum liði kunna tað ikki vera fleiri enn 6 luttakarar, sí kappingarreglar.

Tá tilmeldingarfreistin er farin, verður kunna nærri um, hvussu kappingin verður skipað.

Listi yvir tilmeldaði lið er at finna her: Trýst her

Kappingarreglar: Trýst her

Kappingarskráin er at finna á hesi leinkju: Trýst her

 

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

03. jun 2026

Summar­bridge í juni

03. mai 2026

FM fyri pør: Magni Jøkladal og Pól Egholm vunnu føroyameistaraheitið

16. apr 2026

Spennandi bridgefestivalur við altjóða luttøku

14. apr 2026

Nú ber til at spæla við í ensku Realbridge kappingunum