Føroyar luttekur í altjóða kapping á netinum
Eitt føroyskt lið luttekur í hesum døgum í kapping millum smærri tjóðir nevnd Small Federations
Online Open Teams. Tað er altjóða bridgesambandið - World Bridge Federation – ið skipar fyri
kappingini, ið verður leikt sum online-kapping á RealBridge.
Á føroyska liðnum eru:
Símun Lassaberg – Árni M. Dam
Magni Jøkladal – Bogi Simonsen
Arnbjørn Sivertsen – Jákup Hjaltalin
Arne Mikkelsen – Dánjal Pauli Mohr
Kappingin verður leikt yvir komandi 2 vikuskiftini. Leikskráin hjá føroyska liðnum er hendan:
Tíðspunkt Dystur
| Tíðspunkt | Dystur |
| 3. oktobur 2025, kl. 21:00 | Føroyar – Costa Rica |
| 4.oktobur 2025, kl. 12:45 | Føroyar – Slovenia |
| 4.oktobur 2025, kl. 16:45 | Føroyar – Jamaica |
| 4.oktobur 2025, kl. 20:45 | Føroyar – Peru |
| 5.oktobur 2025, kl. 14:30 | Føroyar – Bermuda |
| 5.oktobur 2025, kl. 16:15 | Føroyar – Georgia |
| 5.oktobur 2025, kl. 18:00 | Føroyar – Kuwait |
| 10.oktobur 2025, kl. 19:30 | Føroyar – Letland |
| 11.oktobur 2025, kl. 16:15 | Føroyar – Saudi Arabia |
| 12.oktobur 2025, kl. 18:00 | Føroyar – Serbia |
| 12.oktobur 2025, kl. 19:45 | Føroyar – Venezuela |
| 12.oktobur 2025, kl. 21:30 | Føroyar – Bolivia |
Nærri kunning um kappingina, herundir luttakandi liðini og úrslit, er at finna á heimasíðuni hjá
altjóða bridgesambandinum WBF. Her er eisini møguleiki at hyggja at dystunum hjá føroyska
liðnum. Hetta verður gjørt við at velja teigin ”vugraph” sum er at finna ovast í høgra horni. Dystirnir
verða vístir forskotið, og eru tískil tøkir umleið hálvan annan tíma eftir, at at dysturin er leiktur.
Leinki til heimasíðuna hja WBF er:
Seinastu tíðindi
Bridge: Liðið hjá Magna Jøkladal hevur lagt seg á odda í FM kapping&sh…
WBF Small Federation Online Teams 2025
2nd. WBF Small Federations Online Open Teams