Aftur til tíðindasavn

WBF Small Federation Online Teams 2025

13 okt 2025

Føroyar gjørdist nr 6 av teimum 34 smátjóðunum, sum tóku lut í heimsmeistarakappingini fyri smátjóðir í bridge. Kappingin varð spæld á Realbridge á netinum í døgunum 3.-12 oktober.

Spælararnir á føroyska liðnum vóru Arne Mikkelsen, Dánjal Pauli Mohr, Magni Jøkladal, Bogi Simonsen, Jákup Hjaltalin, Arnjørn Sivertsen, Árni M. Dam og Símun Lassaberg. Símun Lassaberg, sum er spælandi liðskipari og venjari hjá liðnum, sigur seg vera væl nøgdan við kappingina og úrslitið.

Tað byrjaði eitt sindur upp og niður, har vit vunnu og taptu annan hvønn dyst, og liðið lá umleið miðal. Men ein góður endaspurtur við 5 sigrum á rað lyfti liðið upp á 6. pláss.

Dystir

03. okt
Føroyar—Costa Rica 17,86-02,14

04. okt
Føroyar—Slovenia 08.30—11.70
Føroyar—Jamaika 03.45—16.55
Føroyar—Peru 20,00—00,00

05. okt
Føroyar—Bermuda 15,15—04,85
Føroyar—Georgia 02.29—17,71
Føroyar—Kuwait 10,00—10,00

10. okt
Føroyar—Letland 12,90—07,10

11. okt.
Føroyar—Saudi Arabia 13,97—06,03

12. okt.
Føroyar—Serbia 19,74—00,26
Føroyar—Venezuela 19,02—00,98
Føroyar—Bolivia 14,93—05,07

 

Nakrar leinkjur

Dystir og úrslit

Endaligt úrslit

Spøl úr kappingini

Skrivað: Símun Lassaberg

Seinastu tíðindi

12. apr 2026

Liðið hjá Byggitilfar er steypavinnari 2026

26. mar 2026

Opið hús mai 2026

24. mar 2026

FM-PØR 2025 /­ 26

19. mar 2026

NM Online verður um vikuskiftið