Aftur til tíðindasavn

Bridge: Liðið hjá Magna Jøkladal hevur lagt seg á odda í FM kappingini fyri lið

27 okt 2025

Fyrstu 4 umførini í føroyameistarakappingini fyri lið eru nú leikt.

Í ár luttaka 8 lið í kappingini. Føroya Bridgesamband hevur í ár avgjørt at skipa.

FM-kappingina fyri lið soleiðis, at øll liðini leika 2 dystir móti hvør øðrum. Leiktir vera sostatt 14 dystir, og verður liðið, sum tá er fremst, føroyameistari.

Fyrstu tveir dystirnir vóri leiktir 28. septembur 2025, og endar FM-kappingin fyri lið tá seinastu tveir dystirnir vera leiktir tann 7. mars 2026.

Úrslitini frá teimum 4 fyrstu umførunum vóru hesi:

Komandi 2 umførini í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali sunnudagin 16. novembur 2025, og byrja verður kl. 11.00. 

Nærri kunning um kappingarskránna, og úrslitini hjá teimum luttakandi pørunum innanhýsis (multi-uppgerð), er at finna á heimasíðuni hjá Føroya Bridgesambandi – www.bridge.fo

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

06. jan 2026

EM á netinum fyri kvinnulið

24. des 2025

Nýggjárskapping

16. des 2025

Kappingar á Realbridge um høgtíðina

14. des 2025

Lær at spæla bridge í BRIDGE­HÚSI­NUM várið 2026