Aftur til tíðindasavn

Fá sum mest burturúr trumfunum

30 des 2019

Í hesum spælinum hevur tað týdning at telja stikk og at planleggja spælið sum best

Hetta spælið er frá einum vinardysti á BBO

Meldingarnar byrja sum víst niðanfyri:

Vit kundu kanska valt at melda 1nt, sjálvt um vit hava singulton í kleyvara. Men vit spæla við, at 1nt her bert lovar 11-14 hcp. Vit kundu kanska melda 1hj, men makkaran vil seta okkum til ein 5 lit og vil hetta tí ofta føra til eina skeiva kontrakt um td. makkarin hevur 4lit í spari og 3lit í hjartara. Tann mest fleksibla meldingin er dobl, tí um makkarin meldar major er tað fínasta slag og meldar hann 2kl, so kunnu vit melda 2nt, sum er á góðari leið!

Makkarin vísir nú 9-11 og ofta minst 5lit í kleyvara. Leggja vit tað afturat okkara 16hcp, so skuldi 3nt verið á einari góðari leið. Meldingarnar ganga nú:

Vit hava ikki meir at leggja afturat, so vit passa og tað sama ger vestan. Eystuan spælur út og vit fáa fyrsta stikk uppá spar damu og vit skulu planleggja spælið

Vit skulu helst liva av kleyvaranum, so vit spæla kleyvara beinan vegin, sum eystan tekur við essinum og spælur hjartara.

Um hjartarin situr 3-2, so kunnu vit taka hjartar ess og damu og síðani spæla hjartara til kongin. Vit kunnu nú avgeva 2 kleyvarastikk, so mótparturin far 3 kleyvara stikk meðan vit fáa restina. Vit taka tí hjartar ess og damu, men tíverri situr hjartarin ikki 3-2 og vit mugu tí finna ein annan veg til 10 stikk. Hvussu gera vit tað?

Vit hava fingið 3 stikk og nú ber tíverri ikki til at liva av kleyvaralitinum, tí vit nú hava ein hjartaratapara og vit kunnu hava ikki innkomstirnar til at liva av kleyvaralitinum. Men um vit kunnu fáa 3 rútarastikk, so kunnu vit klára kontraktina, um vit fáa fyri allar 4 trumfirnar hvør sær. Vit mugu sjálvandi taka rútarastikkini áðrenn vit trumfa tann næsta kleyvaran. Harafturat mugu vit ansa eftir, at eystan ikki kann trumfa tann triðja kleyvaran og spæla trumf aftur meðan vit enn hava 1 trumf eftir á hvørjari hond. Tað kann td. gerast sum víst niðanfyri.

...og vit fáa tíggjunda stikkið uppá hjartar 9!

Skrivað: Símun Lassaberg

Seinastu tíðindi

06. jun 2020

Mistu á stokkinum

02. jun 2020

Danish Dynamite Teams á BBO

21. mai 2020

Summar­bridge - úrslit, spøl og støður!

18. mai 2020

Balli og teir vunnu