Soleiðis kunnu tit gjalda fyri at spæla við í ensku Realbridgekappingunum
Higartil í ár hevur verið møguligt at spæla við í enskum kappingum á Realbridge uttan kostnað. Men frameftir verður gjald tikið og hevur hetta verið skipað soleiðis at eitt gjald verður flutt til Vigfús, sum síðani hevur flutt peningin víðari til ensku fyrireikararnar.
Hetta hevur tíverri ikki borið til at gjørt hjá føroyskum spælarum, tí at tað er so dýrt at flyta pening í ein Íslendskan banka (250 kr. hvørja ferð) Men nú er avtala er gjørd við Vigfús um, at FBS krevur gjaldið inn og avroknaðar síðani mánaðarliga við Vigfús, sum so síðani avroknar við ensku fyrireikararnar.
Um tú hevur hug at spæla við í ensku kappingunum kanst tú gjalda leinkjuni, sum liggur undir Realbridge her á síðuni.
Til ber eisini at trýsta her
Leinkjur til at logga á til sjálva kappingina finnur tú her
Seinastu tíðindi
Nú ber til at spæla við í ensku Realbridge kappingunum
Liðið hjá Byggitilfar er steypavinnari 2026
Opið hús mai 2026