Aftur til tíðindasavn

FM fyri pør: Magni Jøkladal og Pól Egholm vunnu føroyameistaraheitið

03 mai 2026

Myndasavn

Føroyameistarakappingin fyri pør varð spæld í Bridgehúsinum fríggjakvøldið og leygardagin 1. og 2. mai. Spæld vóru tilsamans 90 spøl, og 16 pør tóku lut í kappingini. Hetta var fyrstu ferð at FM-kappingin fyri pør varð spæld við skermum, og eydnaðist hetta sera væl.

Samanuntikið kann sigast, at talan var um eina sera javna og spennandi kapping, har fleiri ymisk pør dystaðust um oddasessin.

Fríggjakvøldið myndaðu ávikavist Arnbjørn Sivertsen – Jákup Hjaltalin, Ármi M. Dam – Símun Lassaberg, Arne Mikkelsen – Dánjal Pauli Mohr, Viggo Johannesen – Heini Joensen, og Jóannes Mouritsen – Per Kallsberg oddasessirnar í kappingini.

Sum kappingin leið leygardagin gjørdist greitt, at kappingin um FM heitið fór at standa ímillum Magna Jøkladal – Pól Egholm, Jóannes Mouritsen  - Per Kallsberg, Arnbjørn Sivertsen – Jákup Hjaltalin og Árna M. Dam – Símun Lassaberg. Hesi pørini vóru sera jøvn til langt varð útliðið av kappingini, og tískil skuldi avgerðin falla í seinastu trimum umførunum.

Undan seinastu trimum umførunum lógu Magni Jøkladal – Pól Egholm á odda, meðan Jóannes Mouritsen  - Per Kallsberg og Arnbjørn Sivertsen – Jákup Hjaltalin lógu á ávikavist øðrum og triðja plássi. Magni Jøkladal – Pól Egholm megnaðu í seinastu trimum rundunum at varðveita oddasessin, og gjørdust teir sostatt Føroyameistarar fyri pør 2026. Annað plássið fingu Arnbjørn Sivertsen – Jákup Hjaltalin, meðan Árni M. Dam – Símun Lassaberg spældu seg til eitt triðja pláss.

Pørini, ið høvdu eitt úrslit oman fyri miðal (50%), í kappingini vóru hesi:

Til kappingina hevði Føroya Bridgesamband fingið danska kappingarleiðaran Jacob Dutschek til føroya at leiða kappingina. Við sínum mongu royndum sum altjóða kappingarleiðari leiddi Jacob Dutschek kappingina við kønari hond.

Á hesu slóð síggjast úrslit og spøl frá FM-kappingini fyri pør trýst her

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

03. mai 2026

FM fyri pør: Magni Jøkladal og Pól Egholm vunnu føroyameistaraheitið

16. apr 2026

Spennandi bridgefestivalur við altjóða luttøku

14. apr 2026

Nú ber til at spæla við í ensku Realbridge kappingunum

12. apr 2026

Liðið hjá Byggitilfar er steypavinnari 2026