Small Federation Games var spælt á fyrsta sinni í Monako 2007. Í hesum døgum verður kappingin, sum er tann 18. í røðini, spæld í lítla býnum Dubrovnik í Kroatia. Setanin er í dag (17. nov), og byrjað verður at spæla í morgin. Føroyar fóru við í kappingina í 2018. Besta føroyska úrslitið í kappingini kom á Kypros í 2022, tá føroyska liðið vann bronsumerki.
Føroyska liðið í Dubrovnik:
Pól Egholm - Magni Jøkladal
Arne Mikkelsen - Dánjal Pauli Mohr
Stutt prát við Arna
Hey Arne. Tú hevur spælt bridge, síðan tú vart stórur smádrongur og hevur vunnið so at siga alt, sum er vert at vinna í føroyskum bridge-kappingum. Harafturat hevur tú spælt flestar landsdystir í bridge fyri Føroyar og ert í løtuni nevndarlimur í FBS. Sig okkum eitt sindur um teg sjálvan, og nær tú byrjaði at spæla bridge!
” Minnist meg rætt, byrjaði eg at spæla bridge í 1990 - lærarin var tann so víðagitni Arnbjørn Sivertsen. Kann minnast at fyrsta kvøldið á bridgeskúlanum var í sonevnda “brúna Skúla” eitt vetrarkvøld - sum nevnt haldi eg tað var í 1990, so eg havi verið 12-13 ára gamal. Um orsøkirnar til eg spæli bridge kann sigast, at eg havi fingið tað inn við móðurmjólkini. Pápi mín - Carl Mikkelsen - spældi bridge frá 1970”- árunum, og tað fyrsta, eg kann minnast, var bridge-kappingar í Auluni í studentaskúlanum í Hoydølum, har eg sjálvur byrjaði við at passa kioskina. Gloymi ongantíð, at Kári sum hevði kioskina (haldi hon nevndist Aldubáran) omanfyri Skipasmiðjuna í Havn, kom at keypa frá mær í Hoydølum - hann var ein rættur Kioskmaður. Og tá brúkti man pengaseðlar og myntir.”
Takk fyri, Arne. Góða eydnu í Dubrovnik, tit allir samlir!!
Føroysk landslið í SFG
Vilnius 2021
Bucharest 2025
Leinki til SFG
Føroyskir landsliðsleikarar (samanteljing)
Seinastu tíðindi
EM fyri tey smáu
Birita og Símun endurvunnu FM blandað pør
FM Veteranar 2026 / 27

