Aftur til tíðindasavn

Birita og Símun endurvunnu FM blandað pør

15 nov 2026

FM kappingin fyri blandað pør varð spæld í Bridgehúsinum leygardagin 14. november. 10 pør tóku lut og spældu tilsamans 45 spøl, 3x15 spøl við tveimum stuttum kaffisteðgum.

 

Við Oluf Müller sum kappingarleiðara gjørdist hetta ein hugnalig og spennandi kapping. Alt gekk sum eftir ánni, og 20 nøgdir og glaðir vinnarar og taparar kundu fagna teimum fremstu pørunum við lógvabrestum eftir ein langan seinnapart við kortspæli, hugnaligum práti, kaffi, kaku og frukt. Vit gleða okkum longu til tær næstu kappingarnar av hesum slagi, har trivnaður og hugni er í hásæti.

Nr. 1

Símun Lassaberg / Birita Clementsen

Nr. 2

Marner Joensen/Maria Hansen 

Nr. 3

Dia Jacobsen/Arnleyg Mikkelsen

 

 

Eitt spæl úr kappingini

Vinnarar FM blandað pør 1993-2026

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

15. nov 2026

Birita og Símun endurvunnu FM blandað pør

14. nov 2026

FM Veteranar 2026 /­ 27

23. okt 2026

FM BLANDAÐ PØR 2026 /­ 27

11. okt 2026

Kunning