Eitt nýtt kappingarár stendur fyri framman, og fyrsta umfar í FM kappingini fyri lið verður leikt leygardagin 12. september 2026.
Tilmelding til kappingina fer fram á hesi leinkju: Trýst her
Seinasta freist at boða frá luttøku er sunnudagin 6. september 2026 kl. 19.00
Kostnaðurin fyri at luttaka í FM-kappingini fyri lið er 1.000 kr. + 100 kr. fyri hvønn leikara. Eru 4 spælarar á liðnum er kostnaðurin sostatt 1.400 kr. (1.000 kr. + 400 kr.).
Luttøkugjaldið skal rindast á konto nr. 9181-174.473.0 við tilmelding.
Vónandi fáa vit eina góða kapping við luttøku av mongum liðum. Á hvørjum liði kunna tað ikki vera fleiri enn 6 luttakarar, sí kappingarreglar.
Ætlandi verður kappingin skipað eins og seinasta kappingarár, støða verður tikin til kappingarleist tá vit kenna talið av liðum.
Listi yvir tilmeldaði lið er at finna her: Trýst her
Kappingarreglar: Trýst her
Kappingarskráin er at finna á hesi leinkju: Trýst her
Seinastu tíðindi
FM-LIÐ 2026 / 27
Havnar Bridgefelag er byrjað aftur
Nýggja Bridgefelag 61 ára