Aftur til tíðindasavn

Ólavsøkukapping 26 juli kl 14-18

27 jul 2026

22 pør vóru tilmeldaði. Tað vóru spæld 8 rundir á 4 spøl ella í alt 32 spøl. Kappingin varð skipað sum ein Monradkapping. Hetta merkir, at fyrstu 2 rundirnar eru eftir lutakasti. Eftir rundu 3 møttu vit mótstøðu alt eftir, hvussu úrslitini hava lagað seg í kappingini: Parið, sum liggur nummar 1, møtir sterkasta parinum, sum tey ikki hava møtt frammanundan. Par nr 2 á sama hátt og soleiðis frameftir . Onki par kemur at møta sama parið fleiri ferðir í kappingini. Vit vóru 11 borð og øll borðini spældu somu spøl samstundis. Vinningar vóru latnir til nummar 1, 2 og 3. Eisini varð vinningur latin til tað parið, sum skorar tættast uppá miðalskoru og til næstaftasta parið.

Myndasavn


Takk fyri eina sera góða Ólavsøkukapping 26 juli í Bridgehúsinum. 

Havnar Bridgefelag og Nýggja Bridgefelag skipaðu fyri. Úrslitini liggja á heimasíðuni undir Havnar Bridgefelag.

Kappingin var væl løgd tilrættis og hon var sera spennandi. Nógv nýggj fólk vóru møtt. Angela Welby og Birita Clementsen sótu leingi á fyrsta borðið, men tær vóru yvirhálaðar, tá tvær rundir vóru eftir.
 
Vit fingu stuðul frá Føroya Bjór og Tórshavn Bridgefestival
Vinnarnir vóru:
Jakup Hjaltalin og Eyðun Anthoniussen
Hallberg Arnfriðsson og Dia Jacobsen
Símun Lassaberg og Bogi Simonsen
Tey sum vóru næmast miðjuni fingu vinning Heðin Mortensen og Ingolf Joensen.

Finnbogi Hansen og Karl Joensen fingu eisini ein vinning,

Skrivað: Marjun Restorff

Seinastu tíðindi

27. jul 2026

Ólavsøkukapping 26 juli kl 14-18

20. jul 2026

Ólavsøkukapping sunnudagin 26.juli kl 14-18

03. jun 2026

Summar­bridge í juni

03. mai 2026

FM fyri pør: Magni Jøkladal og Pól Egholm vunnu føroyameistaraheitið