Aftur til tíðindasavn

Farið er nú undir endaspælið. Liðini hjá Byggitilfar og Jassunum komu væl frá byrjan

23 feb 2025

Myndasavn

Leygardagin 22. februar 2025 varð farið undir endaspælið í føroyameitarakappingini fyri lið. Í A-bólkinum dystast 4 tey fremstu liðini frá grundspælinum um føroyameistaraheitið, meðan 6 lið dystast um bólkavinnaraheitið í B-bólkinum. 

Í endaspælinum hittast liðini í A-bólkinum 2 ferðir í innanhýsis dystum á 32 spøl, meðan endaspælið í B-bólkinum verður avgreitt á tann hátt, at liðini hittast 2 ferðir í innanhýsis dystum á 16 spøl.

Í A-bólkinum eydnaðist liðnum hjá Byggitilfar at vinna báðar dystirnar hetta í hesum umfarinum, meðan liðið hjá Jassunum eisini fekk eina góða byrjan í B-bólkinum og tók oddasessin.

Úrslitini frá dystunum í A-bólkinum, sum leiktir vórðu hetta vikuskiftið, vóru hesi:

Úrslitini frá dystunum í B-bólkinum, sum leiktir vórðu hetta vikuskiftið, vóru hesi:

Komandi umførini í endaspælinum í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 29. mars 2025. Tá verða leikt 2 umfør í A-bólkinum og 3 umfør í B-bólkinum. Byrjað verður sum vanligt kl. 12.00. 

Dystarskráin og úrslit eru at finna á heimasíðuni www.bridge.fo

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

24. mar 2025

Sterkir norrmenn vunnu Tórshav­nar Bridgefestival

24. mar 2025

Símun Lassaberg settur at samskipa landsliðs­venjingar­nar hjá…

21. mar 2025

Lands­liðsúttøka til European Small Federation Games

23. feb 2025

Farið er nú undir endaspælið. Liðini hjá Byggitilfar og Jassunum komu…