Silvurkappingin í ár verður leikt 11. januar 2025, kl. 12.00 í Gundadali.
Vinningar verða latnir til ávíkavist nr. 1, 2, 3, nærmast miðal og besta úrslit í mun til styrkital.
Tískil verða fleiri vinningar burturlutaðir, og dentur verður lagdur á at allir luttakarar skulu hava møguleika at ogna sær ein av vinningunum.
Miðja verður í móti at vit spæla 45 spøl, sum endar kl 18
Spælarar skulu hava goldið limagjald í einum bridge felag kappingarárið 2024/25
Kostnaðurin fyri at luttaka í kappingini er 150 kr. pr. persón
Luttøkugjaldið skal rindast á konto nr. 9181-1744730
Tilmelding til kappingina fer fram við at trýsta her
Yvirlit tilmeldað pør - trýst her
Seinasta freist at melda til kapppingina og rinda luttøkugjaldið er hósdagin 9. januar 2025 kl. 20.00
Seinastu tíðindi

Birita Clementsen og Símun Lassaberg vunnu FM Blandað Pør

Opið hús á Realbridge

Minningarorð um bridgespælaran Øssur Winthereig
