Myndasavn




Føroyameistarakappingin fyri veteranar varð leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 5. oktobur 2024.
Sum heitið ber boð er kappingin ætlað spælarum ið hava nátt ein ávísan aldur, og varð treytin fyri at luttaka í kappingini at spæarar vóru føddir í 1961 ella áðrenn.
10 pør luttóku í kappingini og leikt vóru 9 umfør á 5 spøl og sostatt 45 spøl í alt. Fyrstu 3 umførini leikaði lutfallsliga javnt á og vóru einans 8 stig á muni millum sjey tey fremstu pørini, har ávikavist Marjun Restorff & Mads Guttesen og Árni M. Dam & Marner Joensen lógu í oddinum. Sum kappingin leið gjørdu eisini onnur pør seg galdandi, eitt nú Carl Mikkelsen & Arnbjørn Sivertsen, Jákup Hjaltalin & Hans Jacob Petersen og Henriette Svenstrup & Jórun Johannesen.
Tá leið móti endanum vóru tað serliga Árni M. Dam & Marner Joensen og Carl Mikkelsen & Arnbjørn Sivertsen ið dystaðust um oddasessin, og endaliga úrslitið gjørdist at Árni M. Dam & Marner Joensen vunnu kappingina við 218,5 stigum meðan Carl Mikkelsen & Arnbjørn Sivertsen vunnu sær annaðplássið við 212,5 stigum. Triðjaplássið vunnu Jákup Hjaltalin & Hans Jacob Petersen sær við 180,0 stigum.
Endaliga úrslitið gjørdist hetta:
Føroya Bridgesamband takkar fyri eina góða kapping.
Komandi kappingin hjá Føroya Bridgesambandi er FM-kappingin fyri blandað pør, ið verður leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 2. novembur 2024. Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna www.bridge.fo
Seinastu tíðindi

Sterkir norrmenn vunnu Tórshavnar Bridgefestival

Símun Lassaberg settur at samskipa landsliðsvenjingarnar hjá…

Landsliðsúttøka til European Small Federation Games
