Aftur til tíðindasavn

Tilmelding til FM-Lið

01 sep 2024

Eitt nýtt kappingarár stendur fyri framman, og fyrsta umfar í FM kappingini fyri lið verður leikt leygardagin 21. september 2024.

Tilmelding til kappingina fer fram á hesi leinkju: Trýsta her

Seinasta freist at boða frá luttøku er týsdagin 17. september 2022 kl. 19.00

Kostnaðurin fyri at luttaka í FM-kappingini fyri lið er 1.000 kr. + 100 kr. fyri hvønn leikara. Eru 4 spælarar á liðnum er kostnaðurin sostatt 1.400 kr. (1.000 kr. + 400 kr.).

Luttøkugjaldið skal rindast á konto nr. 9181-174.473.0 í seinasta lagi við kappingarbyrjan.

Vónandi fáa vit eina góða kapping við luttøku av mongum liðum. Í hesum sambandi verður mælt til at í mesta lagi 6 leikarar eru á hvørjum liði.

Ætlandi verður kappingin skipað eins og seinasta kappingarár, t.e. við einum innleiðandi umfari og síðani eitt endaumfar, har liðini verða býtt í tveir bólkar.

Listi yvir tilmeldaði lið er at finna her: Trýst her

Kappingarskráin er at finna á hesi leinkju:Trýst her

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

08. sep 2024

Kunningarskriv frá Havnar Bridge­felag. Kom og spæl kort

01. sep 2024

Tilmelding til FM-Lið

25. aug 2024

Nýggja Bridge­felag opið hús & skrá 2024

11. aug 2024

Ársaðalfundur í Føroya Bridgesamb­andi 2024