Aftur til tíðindasavn

Trý bridgelandslið til EM

20 jun 2024

Fyri fyrstu ferð skulu trý bridgelandslið spæla um EM í bridge. Umframt besta landsliðið, sum verður rópt opið lið, verða eisini eitt kvinnulandslið og eitt veteranlandslið við.

Leinki til EM kappingina

Bulletins

BBO Rama skrá

 

EM-kappingin verður í Herning í Danmark um mánaðarskifti juni-juli.

Opið landslið hevur verið við til EM fýra ferðir, og kvinnulandsliðið hevur verið við tvær ferðir – seinast i 2004.

Hesaferð hevur Føroya Bridgesamband avgjørt at send trý landslið avstað. Hetta er fyrstu ferð eitt veteranlandslið er við. Kravið er, at spælarnir fylla minst 64 í árinum, tá kappingin verður hildin.

EM í bridge verður spælt annaðhvørt ár og plaga eini 30 lond at vera við.

Á hvørjum liði eru trý pør – seks spælarar, har øll liðini spæla øll móti øllum í teimum trimum kappingum opið rað, kvinnurað og veteranrað. Kappingin varir 14 dagar.

Fyri at øll liðini hava somu møguleikar, vera somu spøl spæld við øll borðini. Og fyri at spælarar ikki skulu kunna geva tekin til hvønn annan, er ein træskíggi settur á borðið, so spælarar á sama pari ikki kunnu síggja hvønn annan. Slíkir skíggjar vera bara brúktir til stórar kappingar.


Marjun Restorff og Eyðun Anthoniussen umboð Føroyar í kvinnuraðnum og opna raðnum

 

Føroysku liðini eru:
Opið lið: Símun Lassaberg-Arne Mikkelsen, Eyðun Anthoniussen-Dia Jacobsen og Árni M. Dam-Balle Mohr.
Kvinnulið: Marjun Restorff-Arnleyg Mikkelsen, Anna Paulina Olsen-Eva Sarita Berg og Maria V. Hansen-Birita T. Clementsen.
Veteranlið: Arnbjørn Sivertsen-Carl Mikkelsen, Heini Joensen-Danny Danielsen, Petur Anfinn Johannesen-Øssur Winthereig.

Liðskiparar eru Óli Holm og Oluf Müller. 

 


Petur Anfinn Johannesen er við á veteranlandsliðnum, sum skal spæla EM síðst í juni.

 

 

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

24. sep 2024

Liðið hjá Byggitilfar hevur lagt seg á odda í FM kapping­ini fyri…

23. sep 2024

Tilmelding til FM-Veteranar

08. sep 2024

Kunningarskriv frá Havnar Bridge­felag. Kom og spæl kort

01. sep 2024

Tilmelding til FM-Lið