Eins og undanfarin ár skipar FBS fyri eini steypakapping. Kappingin fer fram sambært hesum høvuðsleisti:
§ Spælarar skulu hava goldið limagjald í einum føroyskum bridge felag kappingarárið 2023/24.
§ Øll hava møguleika fyri at melda lið til kappingina, óansæð luttøku í øðrum FBS kappingum.
§ Við atliti til at økja um talið av luttakandi liðum, er avgerð tikin um at hvørt lið hevur 4 spælarar.
§ Um spælari fær forfall er møguleiki fyri at nýta ein substitut ið ikki umboðar ella hevur umboða annað lið í kappingini.
§ Spælt verður eftir steypaskipanini, har vinnandi liðið heldur fram í kappingini meðan tapandi liðið er útsligið.
§ Í øllum dystum til og við fjórðingsfinalurnar verða leikt 32 spøl, har gjørt verður upp fyri hvørji 8 spøl.
§ Allir dystir fram til hálvfinalunar verða avgreiddir innanhýsis millum tey lið, sum við lutakasti trekkja hvørt annað.
§ Heimaliðið ásetir spælistað, meðan liðskipararnir semjast um dagfesting og tíðspunkt. Møguleiki er fyri at leika dystirnar í Bridgehúsinum í Gundadali eftir nærri avtalu við húsanevndina.
§ Fæst ikki innanhýsis semja um nær dystur skal leikast, skal kappingarleiðarin í FBS hava boð um hetta í góðari tíð. Kappingarleiðarin tekur síðani avgerð um nær dysturin skal leikast. Lið, ið ikki møtir til dyst ásettan av kappingarleiðaranum tapir uttan dyst.
§ Eftir loknan dyst hevur heimaliðið skyldu til at senda úrslitið til FBS á teldupostadressu bridge@bridge.fo. Úrslitið skal vera váttað av báðum liðskiparum.
Tilmelding og luttøkugjald: Tilmelding til kappingina fer fram Trýst her. Seinasta freist at boða frá luttøku er fríggjadagin 24. novembur 2023 klokkan 16.00.
Luttøkugjaldið er 400 kr. fyri liðið og skal rindast á konto nr. 9181 174.473.0 í Betri Banka í seinasta lagi 1. desembur 2023.
Kappingarskrá: Treytað av hvussu nógv lið luttaka í kappingini verður skráin hendan:
Lutakast fyri fyrsta umfar verður almannakunngjørt: 25. november 2023
Úrslitini fyri fyrsta umfar skulu vera FBS í hendi í seinasta lagi: 31. desember 2023
Lutakast annað umfar verður almannakunngjørt: 8. januar 2024
Úrslitini fyri annað umfar skulu vera FBS í hendi í seinasta lagi: 31. januar 2024
Lutakast fyri fjórðingsfinalur verður almannakunngjørt: 5. februar 2024
Úrslitini fyri fjórðingsfinalurnar skulu vera FBS í hendi í seinasta lagi: 1. mars 2024
Hálvfinalur og finala verða leiktar: 16. mars 2024
Seinastu tíðindi

Opið Hús Havnar Bridgefelag 23. november 2023

Steypakapping 2023 / 24

Føroyska bridgelandsliðið gott úrslit í Small Federation Games
