Aftur til tíðindasavn

Tilmelding til FM-Lið

29 aug 2023

Myndasavn

Eitt nýtt kappingarár stendur fyri framman, og fyrsta umfar í FM kappingini fyri lið verður leikt leygardagin 23. september 2023.

Tilmelding til kappingina fer fram á hesi leinkju: Trýsta her

Seinasta freist at boða frá luttøku er mikudagin 13. september 2022 kl. 23.59

Kostnaðurin fyri at luttaka í FM-kappingini fyri lið er 1.000 kr. + 100 kr. fyri hvønn leikara. Eru 4 spælarar á liðnum er kostnaðurin sostatt 1.400 kr. (1.000 kr. + 400 kr.).

Luttøkugjaldið skal rindast á konto nr. 9181-174.473.0 í seinasta lagi við kappingarbyrjan.

Vónandi fáa vit eina góða kapping við luttøku av mongum liðum. Í hesum sambandi verður mælt til at í mesta lagi 6 leikarar eru á hvørjum liði.

Ætlandi verður kappingin skipað eins og seinasta kappingarár, t.e. við einum innleiðandi umfari og síðani eitt endaumfar, har liðini verða býtt í tveir bólkar.

Listi yvir tilmeldaði lið er at finna her: Trýst her

Kappingarskráin er at finna á hesi leinkju:Trýst her

 

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

07. mai 2025

FM-Pør

27. apr 2025

Liðið hjá Byggitilfar er føroyameistari

24. mar 2025

Sterkir norrmenn vunnu Tórshav­nar Bridgefestival

24. mar 2025

Símun Lassaberg settur at samskipa landsliðs­venjingar­nar hjá…