Tilmelding FM-blandað pør
Árliga FM-kappingin fyri blandað pør verður í Bridgehúsinum í Havn leygardagin 26. februar 2022. Byrjað verður kl. 12.00.
Í eini roynd at skapa eitt breiðari grundarlag fyri kappingini, hevur FBS gjørt av at broyta kappingarleistin samanborið við undanfarin ár. Treytirnar fyri at luttaka í kappingini eru sostatt hesar:
§ Blandað par (maður og kvinna), ella
§ Ein royndur bridgespælari saman við einum, ið ikki hevur spælt longri enn 4 ár, ella
§ Ein vetaranur (60+) saman við einum yngri spælara (maks. 45 ár)
Tilmelding til kappingina fer fram við at senda teldupost til bridge@bridge.fo. Eisini er møguleiki fyri at boða frá luttøku hjá FBS, á telefon 744 270 (Dia) ella 230 435 (Arne).
Seinasta freist at tekna seg til kappingina er fríggjadagin 25. februar 2022, kl. 18.00. Spæligjaldið er 50 kr. fyri hvønn spælara. Kappingin er treytað av at í minsta lagi 8 pør boða frá luttøku.
Hesi pørini hava teknað seg:
Elsebeth Winther Olsen - Øssur Winthereig
Birita Clementsen - Dia Jacobsen
Marjun Restorff - Jákup Sørensen
Randi Jacobsen - Mortan Rasmussen
Henriette Svenstrup - Oddmar Danielsen
Liss á Fjallinum - Joen Magnus Lamhauge
Jórun Johannesen - Oluf Müller
Malan Thomsen - Arnbjørn Sivertsen
Seinastu tíðindi
Summarbridge í juni
FM fyri pør: Magni Jøkladal og Pól Egholm vunnu føroyameistaraheitið
Spennandi bridgefestivalur við altjóða luttøku