Aftur til tíðindasavn

Steypakappingin: Danny Danielsen í hálvfinaluni

17 jan 2022

Liðini hjá Danny Danielsen og Jens Arna K. Sørensen spældu fjórðingsfinalu í steypakappingini sunnudagin 16. januar

Á liðnum hjá Danny spæla eisini Rúni Mouritsen, Dánjal Pauli Mohr og Árni M. Dam. Liðið hjá Jens Arna K. Sørensen var mannað við næmingum úr bridgeskúlanum í Havn, Jan Eidesgaard, Birita Clementsen, Eli H. Andreasen og Súni Poulsen.

Spælt var á Realbridge, og spæld vóru tilsamans 32 spøl. Í hálvleikinum var dysturin rættiliga javnur, liðið hjá Danny var tá á odda 46-35. Men í seinna hálvleiki øktist munurin støðugt, og Danny vann dystin 103-54 imp.

Liðið hjá bridgeskúlanum stóð seg heilt væl, og tey kunnu vera errin av spælinum og úrslitinum.

Leinki til dystin á Realbridge

Hinar tríggjar fjórðingsfinalurnar skulu spælast í seinasta lagi 28. februar. Tær eru:

Arne Mikkelsen - Bjarki Ellefsen
Dia Jacobsen – Birita Clementsen (skal eftir ætlan spælast í Fuglafirði leygardagin 5. feb.) 
Jassarnir – Mortan Sólheim 

 

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

27. okt 2025

Bridge: Liðið hjá Magna Jøkladal hevur lagt seg á odda í FM kapping&sh…

13. okt 2025

WBF Small Federation Online Teams 2025

04. okt 2025

2nd. WBF Small Federations Online Open Teams

01. okt 2025

Skráin hjá Havnar Bridge­felag