Árliga FM-kappingin fyri veteranar verður spæld á RealBridge.
Kappingin verður leygardagin 22. januar 2022. Byrjað verður kl. 12.00.
Treytirnar fyri at luttaka í kappingini eru hesar:
§ Hvør spælari skal verða fyltur 50 ár
§ Parið skal samanlagt vera 110 ár
Tilmelding til kappingina fer fram við at senda teldupost til bridge@bridge.fo.
Eisini er møguleiki at boða frá luttøku á telefon 744 270 (Dia) ella 230 435 (Arne).
Seinasta freist at tekna seg til kappingina er hósdagin 20. januar 2022,
kl. 18.00.
FBS hevur gjørt av at luttøkan í FM-kappingini fyri veteranar er ókeypis.
Kappingin er treytað av at í minsta lagi 8 pør boða frá luttøku.
Seinastu tíðindi
03. mai 2026
FM fyri pør: Magni Jøkladal og Pól Egholm vunnu føroyameistaraheitið
16. apr 2026
Spennandi bridgefestivalur við altjóða luttøku
14. apr 2026
Nú ber til at spæla við í ensku Realbridge kappingunum
12. apr 2026