Aftur til tíðindasavn

Trivnaðarkapping

13 jan 2022

FBS og bridgeskúlarnir í Føroyum skipa í felag fyri serligari kapping nakrar leygardagar í vár.

Vit hava valt at nevna hesa kapping ”Trivnaðarkappingin”, tí tankin við kappingini er at skapa trivnað millum bridgespælarar á ymsum stigi. Pørini til hesa kappingina vera sett saman við einum næmingi og einum royndum spælara. Næmingar eru tey, sum ikki hava spælt bridge í meira enn í mesta lagi 3-4 ár.

Kappingin verður spæld leygardag. Í fyrsta umfari spæla vit á Realbridge. Hvat síðan hendir fáa vit at síggja - møguliga spæla vit í Bridgehúsinum, men eisini Vágarnar og Suðuroy eru í huganum sum spælistøð, tí har er bridgeskúli í løtuni.

Næmingar og allir spælarar, ið hava hug at vera við í hesum tiltakinum, kunnu boða Arnbjørn Sivertsen frá, sum vegna FBS og bridgeskúlarnar skipar fyri kappingini.

Kappingin verður spæld hesar dagarnar: 
Leygardagin 29. jan. Kl 15.00. Spælistaður er Realbridge
Leygardagin 12. feb. Kl 15.00. Spælistaður er enn ikki ásettur.
Leygardagin 19. mars kl 15.00. Spælistaður er enn ikki ásettur.

Stutt reglugerð:

Um ikki næmingurin biður um aðrar avtalur, verður spælt við hesum avtalum.
1NT: 15-17
2NT: 20-21
Stayman
Transfer / flytimeld
1x - 2x: 6-9
1x - 3x: 10-12
1x - 4x: 13+
2k: krav
2r, 2h og 2s: sperrimeld
4NT: Blackwood
Øll onnur meld og innmeld er annars natúrlig

Tekning til kappingina er hjá Arnbjørn Sivertsen:
tel: 25 79 70;  teldupostur: arnbj.sivertsen@gmail.com ;  - ella á Facebook.

 

 

 

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

22. mar 2024

FM-Blandað Pør

18. mar 2024

Bridge: Byggitilfar er steypavinnari 2024

12. mar 2024

Íslendskur sigur í bridgekapping í Havn

11. mar 2024

Steypakappingin Hálvfinalur og finala