Aftur til tíðindasavn

FM lið - spældu á netinum og í Bridgehúsinum

22 nov 2021

Liðið hjá Dánjal Paula Mohr liggur á odda í FM liðkappingini, nú 6 av tilsamans 14 umførum eru leikt. Á liðnum hjá Dánjal Paula spæla eisini Árni M. Dam, Jóannes Mouritsen, Per Kallsberg, Egil Sondum og Arne Mikkelsen

Vegna smittuvanda valdi kappingarnevndin í FBS at spæla dystirnar á Realbridge úti á internetinum. Nøkur lið valdu heldur at tapa dystin 7-13 enn at spæla á netinum. Nakrir av dystunum vóru tó spældir í Bridgehúsinum.

Onkur spøl úr kappingini

 

Næstu trý umførini í liðkappingini skulu eftir ætlan spælast í Bridgehúsinum í Havn 8. januar 2022. Spæliskráin tá er henda:

Bridgehúsið 8. jan. 2022

Umfar 7, kl 12.00
Finn Ougaard - Danny Danielsen
Henriette Svenstrup - Robert Langgaard
Allan Dal-Christiansen - Dánjal Pauli Mohr
Suðuroyar Bridgefelag - Jassarnir

Umfar 8, kl 15.30
Danny Danielsen - Jassarnir
Suðuroyar Bridgefelag - Dánjal Pauli Mohr
Allan Dal-Christiansen - Robert Langgaard
Henriette Svenstrup - Finn Ougaard

Umfar 9, kl 18.00
Henriette Svenstrup - Danny Danielsen
Finn Ougaard - Allan Dal-Christiansen
Robert Langgaard - Suðuroyar Bridgefelag
Dánjal Pauli Mohr - Jassarnir

 

 

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

08. jun 2025

NM: Føroyar aftast í báðum røðum

07. jun 2025

Kvinnur­nar vunnu á Íslandi

06. jun 2025

NM: Triðja umfar spælt

05. jun 2025

NM 2025 í Íslandi