Aftur til tíðindasavn

Steypakapping

08 okt 2021

Eins og undanfarna ár hevur FBS tikið avgerð um at skipa fyri eini steypakapping. Kappingin verður skipað eftir hesum høvuðsleisti:

§ Øll hava møguleika fyri at melda lið til kappingina, óansæð luttøku í øðrum FBS kappingum.

§ Um spælari fær forfall er møguleiki fyri at nýta ein substitut ið ikki umboðar ella hevur umboða annað lið í kappingini.

§ Spælt verður eftir steypaskipanini, har vinnandi liðið heldur fram í kappingini meðan tapandi liðið er útsligið.

§ Í øllum dystum til og við fjórðingsfinalurnar verða leikt 32 spøl (gjørt kann verða upp fyri hvørji 8 spøl).

§Allir dystir fram til hálvfinalunar verða avgreiddir innanhýsis millum tey lið, sum við lutakasti trekkja hvørt annað.

§Heimaliðið ásetir spælistað, meðan liðskipararnir semjast um dagfesting og tíðspunkt. Møguleiki er fyri at leika dystirnar í Bridgehúsinum í Gundadali eftir nærri avtalu við húsanevndina.

§ Fæst ikki innanhýsis semja um nær dystur skal leikast, skal kappingarleiðarin í FBS hava boð um hetta í góðari tíð. Kappingarleiðarin tekur síðani avgerð um nær dysturin skal leikast. Lið, ið ikki møtir til dyst ásettan av kappingarleiðaranum tapir uttan dyst.

§ Eftir loknan dyst hevur heimaliðið skyldu til at senda úrslitið til FBS á teldupostadressu bridge@bridge.fo. Úrslitið skal vera váttað av báðum liðskiparum.

Tilmelding og luttøkugjald: Tilmelding til kappingina fer fram við at senda teldupost til FBS á bridge@bridge.fo. Seinasta freist at boða frá luttøku er fríggjadagin 19. november 2021 klokkan 16.00.

Luttøkugjaldið er 400 kr. fyri liðið og skal vera rindað á konto nr. 9181 174.473.0 í Betri Banka í seinasta lagi 20. november 2021.

Kappingarskrá: Treytað av hvussu nógv lið luttaka í kappingini verður skráin hendan:

20. novembur 2021   Lutakast til fyrsta umfar verður í Bridgehúsinum

31. desembur 2021   Úrslitini fyri fyrsta umfar skulu vera FBS í hendi í seinasta lagi

8. januar 2022           Lutakast til annað umfar verður í Bridgehúsinum

31. januar 2022         Úrslitini fyri annað umfar skulu vera FBS í hendi í seinasta lagi

5. februar 2022          Lutakast til fjórðingsfinalur verður í Bridgehúsinum

28. februar 2022       Úrslitini av fjórðingsfinalunum skulu vera FBS í hendi í seinasta lagi

5. mars 2022            Hálvfinalur og finala verða leiktar í Norðurlandahúsinum

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30

22. mar 2024

FM-Blandað Pør - AVLÝST