Aftur til tíðindasavn

Liðið hjá Dánjal Paula Mohr legði seg á odda

07 okt 2021

FM kappingin fyri lið fór av bakkastokki leygardagin 2. oktober. Spæld vóru trý umfør í Bridgehúsinum í Gundadali, og liðið hjá Dánjal Paula vann allar sínar tríggjar dystir.

Hetta kappingarárið eru 8 lið við í kappingini, sum er skipað soleiðis, at øll spæla tveir dystir á 20 spøl móti hvørjum øðrum. Sostatt skulu leikast í alt 14 umfør, og tann, sum tá er fremstur, verður føroyameistari. Úrslitini í fyrstu trimum umførunum vóru hesi:

Støðan eftir 3 umfør:

Komandi 3 umførini í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 20. november 2021. Byrjað verður kl. 12.00.

Úrslit og spøl

Spæliskrá

 

Eitt spæl úr 3. umfari:

Fleiri spøl úr kappingini

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

13. okt 2025

WBF Small Federation Online Teams 2025

04. okt 2025

2nd. WBF Small Federations Online Open Teams

01. okt 2025

Skráin hjá Havnar Bridge­felag

18. sep 2025

Heyst­skráin