Aftur til tíðindasavn

Egil og Arne vunnu á Oyrarbakka

17 sep 2021

20 pør tóku lut í kappingini í nýggju hølunum í skúlanum á Oyrarbakka hóskvøldið. Skipað var fyri parakappingini í sambandi við mentunardagarnar í Sunda kommunu.

Egil Sondum og Arne Mikkelsen eru tveir royndir spælarar og hava vunnið manga kapping saman við øðrum makkarum. Teir eru júst byrjaðir at spæla saman sum par og skulu saman við Árna M. Dam, Dánjal Paula Mohr, Pól Egholm og Símun Lassaberg umboða Føroyar í Small Federations Games, sum verður spælt í Litava um eina góða viku. Teir vunnu kappingina á Oyrarbakka. Borgarstjórin í Sunda kommunu, Jógvan Kruse, handaði vinningar. Vit ynskja teimum báðum tillukku við sigrinum og góða eydnu í Small Federation Games.

Úrslit og spøl úr kappingini á Oyrarbakka eru her:
http://resultater.bridge.dk/template/resultater.php?filename=7100/MT209GT356.XML&tournament=209§ion=1

Myndir úr kappingini eru her:
https://bridge.fo/myndir-eyb

 

 

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

14. des 2025

Lær at spæla bridge í BRIDGE­HÚSI­NUM várið 2026

14. des 2025

FM-Veteranar

02. des 2025

Steypakapping 2025 /­ 26

27. okt 2025

Bridge: Liðið hjá Magna Jøkladal hevur lagt seg á odda í FM kapping&sh…