Aftur til tíðindasavn

Steypakapping 2025 / 26

02 des 2025

Eins og undanfarin ár skipar FBS fyri eini steypakapping. Kappingin fer fram sambært hesum høvuðsleisti:

  • Spælarar skulu hava goldið limagjald í einum føroyskum bridge felag kappingarárið 2025/26
  • Øll hava møguleika fyri at melda lið til kappingina, óansæð luttøku í øðrum FBS kappingum.
  • Við atliti til at økja um talið av luttakandi liðum, er avgerð tikin um at hvørt lið hevur 4 spælarar.
  • Um spælari fær forfall er møguleiki fyri at nýta ein substitut ið ikki umboðar ella hevur umboða annað lið í kappingini.
  • Spælt verður eftir steypaskipanini, har vinnandi liðið heldur fram í kappingini meðan tapandi liðið er útsligið.
  • Í øllum dystum til og við fjórðingsfinalurnar verða leikt 32 spøl, har gjørt verður upp fyri hvørji 8 spøl.
  • Allir dystir fram til hálvfinalunar verða avgreiddir innanhýsis millum tey lið, sum við lutakasti trekkja hvørt annað.
  • Heimaliðið ásetir spælistað, meðan liðskipararnir semjast um dagfesting og tíðspunkt. Møguleiki er fyri at leika dystirnar í Bridgehúsinum í Gundadali eftir nærri avtalu við húsanevndina.
  • Fæst ikki innanhýsis semja um nær dystur skal leikast, skal kappingarleiðarin í FBS hava boð um hetta í góðari tíð. Kappingarleiðarin tekur síðani avgerð um nær dysturin skal leikast. Lið, ið ikki møtir til dyst ásettan av kappingarleiðaranum tapir uttan dyst.
  • Eftir loknan dyst hevur heimaliðið skyldu til at senda úrslitið til FBS á teldupostadressu bridge@bridge.fo. Úrslitið skal vera váttað av báðum liðskiparum.

 

Tilmelding og luttøkugjald: Tilmelding til kappingina fer fram á www.bridge.fo. Seinasta freist at boða frá luttøku er 10. januar 2026 klokkan 12.00.

Luttøkugjaldið er 400 kr. fyri liðið og skal rindast á konto nr. 9181 174.473.0 í Betri Banka í seinasta lagi 10. januar 2026.

Tilmelding: TRÝST HER

Kappingarskrá: Treytað av hvussu nógv lið luttaka í kappingini verður skráin hendan:  

  Dagfesting
Lutakast fyri fyrsta umfar verður almannakunngjørt 10. januar 2026
Úrslitini fyri fyrsta umfar skulu vera FBS í hendi í seinasta lagi 31. januar 2026
Lutakast annað umfar verður almannakunngjørt 7. februar 2026
Úrslitini fyri annað umfar skulu vera FBS í hendi í seinasta lagi 28. februar 2026
Lutakast fyri fjórðingsfinalur verður almannakunngjørt 7. mars 2026
Úrslitini fyri fjórðingsfinalurnar skulu vera FBS í hendi í seinasta lagi 1. apríl 2026
Hálvfinalur og finala verða leiktar 11. apríl 2026
Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

02. des 2025

Steypakapping 2025 /­ 26

27. okt 2025

Bridge: Liðið hjá Magna Jøkladal hevur lagt seg á odda í FM kapping&sh…

13. okt 2025

WBF Small Federation Online Teams 2025

04. okt 2025

2nd. WBF Small Federations Online Open Teams