Aftur til tíðindasavn

Norðurlandameistarakapping – Online

07 apr 2021

Orsakað av covid-19 støðuni í Norðurlondum hevur norðurlendska bridgesambandið tikið avgerð um at avlýsa Norðurlandameistarakappingina, sum ætlandi skuldi verið hildin í Kuopio í Finnlandi.

Samstundis er avgerð tikin um í staðin at skipa fyri eini online Norðurlandameistarakapping í døgunum 29. – 30. mei 2021 frá kl. 09.00 – 18.00. Í kappingini er møguleiki fyri at melda lið til í hesum bólkum:

  •  Opin rekkja
  •  Kvinnur
  •  Seniorar
  •  Blandað (mix)
  •  Junior undir 16
  •  Junior undir 26

Kappingin verður leikt á RealBridge, og hvør einstakur leikari hevur ábyrgdina av at hava støðugt netsamband umframt mikrofon og kamera.

Hvørt lið kann hava upp til 8 leikarar. Spældir verða 5 dystir á 24 spøl (2x12), har møguleiki er fyri at skifta út í hálvleikinum.

Um undirtøka er fyri hesum, hevði verið stuttligt at melda lið til í ávikavist opnari rekkju, kvinnuraðnum og í senior-raðnum.

Heitt verður á áhugaði um at boða frá luttøku í seinasta lagi sunnudagin 11. apríl 2021, kl. 18.00.  Vinarliga tilskilið hvørjum av omanfyri nevndu røðum tit ynskja at luttaka í (Opin, Kvinnur, Senior).

 

Vinarliga

FBS

 

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

08. jun 2025

NM: Føroyar aftast í báðum røðum

07. jun 2025

Kvinnur­nar vunnu á Íslandi

06. jun 2025

NM: Triðja umfar spælt

05. jun 2025

NM 2025 í Íslandi