Aftur til tíðindasavn

Steypakappingin

06 mar 2021

Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini verða leiktar í Norðurlandahúsinum komandi leygardag 13. mars 2021. Byrjað verður kl. 10.00.

Í aðrari hálvfinaluni møtast liðini hjá Mortan Sólheim og Henriette Svenstrup, meðan liðini hjá Robert Langgaard og Boga Simonsen hittast í hinari hálvfinaluni.

Í hálvfinalunum og í finaluni verða spæld 28 spøl.

Skráin er hendan:

Kl. 10.00 – 11.40  Hálvfinalur, 1 hálvleikur

Kl. 11.40 – 12.00  Matarsteðgur – FBS bjóðar leikarunum brunsh í Norðurlandahúsinum

Kl. 12.00 – 13.40  Hálvfinalur, 2. hálvleikur

Kl. 13.45 – 15.25  Finala, 1. hálvleikur

Kl. 15.30 – 17.10  Finala, 2. hálvleikur

Spælt verður í hølinum “Norðurstova”

Fólk eru sjálvsagt hjartaliga vælkomin í Norðurlandahúsið at fylgja við hvussu leikur fer í hálvfinalunum og finaluni.

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

16. des 2025

Kappingar á Realbridge um høgtíðina

15. des 2025

Nýggjárskapping

14. des 2025

Lær at spæla bridge í BRIDGE­HÚSI­NUM várið 2026

14. des 2025

FM-Veteranar