Aftur til tíðindasavn

Steypakapping

17 des 2020

Steypakapping

Nú tilmeldingarfreistin til steypakappingina er farin hava 8 lið boða frá luttøku.

Liðini eru hesi:

Lið                                     Manning
Mortan Sólheim               Mortan Sólheim – Haldor Ellingsgaard, Símun Lassaberg – Magni Jøkladal
Allan Dal-Christiansen    Allan Dal-Christiasen – Pól Egholm, Rói á Rógvi Joensen – Heðin Mouritsen
Finn Ougaard                  Finn Ougaard – Høgni Jacobsen, Salomon Johansen – Sakaris Joensen
Egil Sondum                   Egil Sondum, Dánjal Pauli Mohr – Árni M. Dam, Per Kallsberg – Jóannes Mouritsen
Bogi Simonsen               Bogi Simonsen – Arne Mikkelsen, Arnbjørn Sivertsen – Jákup Hjaltalin
Henriette Svenstrup       Henriette Svenstrup – Jórun Johannesen, Oddmar Danielsen – (ikki ásett enn)
Jassarnir                         Leivur Holm – Jákup Sørensen, (Ikki ásett enn)
Robert Langgaard          Robert Langgaard – Dia Jacobsen, Marner Joensen – Eyðun Anthoniussen

Sum áður kunngjørt verður kappingin skipað eftir hesum høvuðsleisti:

§  Øll hava møguleika fyri at melda lið til kappingina, óansæð luttøku í øðrum FBS kappingum.

§  Við atliti til at økja um talið av luttakandi liðum, er avgerð tikin um at hvørt lið hevur 4 spælarar.

§  Um spælari fær forfall er møguleiki fyri at nýta ein substitut ið ikki umboðar ella hevur umboða annað lið í kappingini.

§  Spælt verður eftir steypaskipanini, har vinnandi liðið heldur fram í kappingini meðan tapandi liðið er útsligið.

§  Í øllum dystum til og við fjórðingsfinalurnar verða leikt 32 spøl, har gjørt verður upp fyri hvørji 8 spøl.

§  Allir dystir fram til hálvfinalunar verða avgreiddir innanhýsis millum tey lið, sum við lutakasti trekkja hvørt annað.

§  Heimaliðið ásetir spælistað, meðan liðskipararnir semjast um dagfesting og tíðspunkt. Møguleiki er fyri at leika dystirnar í Bridgehúsinum í Gundadali eftir nærri avtalu við húsanevndina.

§  Fæst ikki innanhýsis semja um nær dystur skal leikast, skal kappingarleiðarin í FBS hava boð um hetta í góðari tíð. Kappingarleiðarin tekur síðani avgerð um nær dysturin skal leikast. Lið, ið ikki møtir til dyst ásettan av kappingarleiðaranum tapir uttan dyst.

§  Eftir loknan dyst hevur heimaliðið skyldu til at senda úrslitið til FBS á teldupostadressu bridge@bridge.fo. Úrslitið skal vera váttað av báðum liðskiparum.

Vísandi til at 8 lið eru við í kappingini verður farið beinleiðis til fjórðingsfinalurnar, og verður skráin hendan:

Kappingarskrá
Dagfesting
Lutakast fyri fjórðingsfinalur verður tá 7-9 umfar av FM-lið verður leikt tann 16. januar 2021
Úrslitini fyri fjórðingsfinalurnar skulu vera FBS í hendi í seinasta lagi tann 28. februar 2021
Hálvfinalur og finala verða leiktar tann 13. mars 2021


Luttøkugjald: Luttøkugjaldið er 200 kr. fyri liðið og skal rindast á konto nr. 9181 174.473.0 í Betri Banka í seinasta lagi 15. januar 2021.

Vinarliga

FBS

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

22. apr 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30