Aftur til tíðindasavn

Liðið hjá Dánjal Paula Mohr hevur lagt seg á odda í FM kappingini fyri lið

15 nov 2020

Leygardagin 14. november 2020 vóru 3-6 umfar av FM kappingini fyri lið leikt í Bridgehúsið í Gundadali. Hetta kappingarárið eru 8 lið við í kappingini, sum er skipað soleiðis at øll spæla 2 dystir á 20 spøl móti hvørjum øðrum. Sostatt skulu leikast í alt 14 umfør og tann sum tá er fremstur verður føroyameistari.

Úrslitini hetta vikuskiftið vóru hesi:

Umfar 4:

Oddmar Danielsen – Bogi Simonsen
7,24 – 12,76
Allan Dal-Christiansen – Salomon Johansen
12,07 – 7,93
Dánjal Pauli Mohr – Jassarnir
20 – 0
Danny Danielsen – Suðuroyar Bridgefelag
12,30 – 7,70
 

Umfar 5:

Suðuroyar Bridgefelag – Oddmar Danielsen
17,90 – 2,10
Jassarnir – Danny Danielsen
1,09 – 18,91
Salomon Johansen – Dánjal Pauli Mohr
3,20 – 16,80
Bogi Simonsen – Allan Dal-Christiansen
11,59 – 8,41
 

Umfar 6:                

Oddmar Danielsen – Allan Dal-Christiansen
10,82 – 9,18
Dánjal Pauli Mohr – Bogi Simonsen
18,12 – 1,88
Danny Danielsen – Salomon Johansen
7,93 – 12,07
Suðuroyar Bridgefelag – Jassarnir
7,47 – 12,53

Støðan eftir fyrstu 6 umførini er hendan:

Dánjal Pauli Mohr              109,62 stig

Allan Dal-CHristiansen        89,31 stig

Bogi Simonsen                    83,04 stig

Danny Danielsen                 57,75 stig

Salomon Johansen              47,28 stig

Suðuroyar Bridgefelag         38,82 stig

Oddmar Danielsen               37,11 stig

Jassarnir                              17,07 stig

Komandi 3 umførini í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 16. januar 2021 og byrja verður kl. 12.00. Tá verður oddadystur millum liðini hjá Dánjal Paula Mohr og Allan Dal-Christiansen.

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

22. apr 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30