Aftur til tíðindasavn

Steypakapping

13 nov 2020

Sum kunngjørt á umboðsfundinum í september eru ætlanir um at skipa fyri eini steypakapping. Farið verður nú undir hesa kapping, sum verður skipað eftir hesum høvuðsleisti:

 

§  Øll hava møguleika fyri at melda lið til kappingina, óansæð luttøku í øðrum FBS kappingum.

§  Við atliti til at økja um talið av luttakandi liðum, er avgerð tikin um at hvørt lið hevur 4 spælarar.

§  Um spælari fær forfall er møguleiki fyri at nýta ein substitut ið ikki umboðar ella hevur umboða annað lið í kappingini.

§  Spælt verður eftir steypaskipanini, har vinnandi liðið heldur fram í kappingini meðan tapandi liðið er útsligið.

§  Í øllum dystum til og við fjórðingsfinalurnar verða leikt 32 spøl, har gjørt verður upp fyri hvørji 8 spøl.

§  Allir dystir fram til hálvfinalunar verða avgreiddir innanhýsis millum tey lið, sum við lutakasti trekkja hvørt annað.

§  Heimaliðið ásetir spælistað, meðan liðskipararnir semjast um dagfesting og tíðspunkt. Møguleiki er fyri at leika dystirnar í Bridgehúsinum í Gundadali eftir nærri avtalu við húsanevndina.

§  Fæst ikki innanhýsis semja um nær dystur skal leikast, skal kappingarleiðarin í FBS hava boð um hetta í góðari tíð. Kappingarleiðarin tekur síðani avgerð um nær dysturin skal leikast. Lið, ið ikki møtir til dyst ásettan av kappingarleiðaranum tapir uttan dyst.

§  Eftir loknan dyst hevur heimaliðið skyldu til at senda úrslitið til FBS á teldupostadressu bridge@bridge.fo. Úrslitið skal vera váttað av báðum liðskiparum.

 

Tilmelding og luttøkugjald: Tilmelding til kappingina fer fram við at senda teldupost til FBS á bridge@bridge.fo. Seinasta freist at boða frá luttøku er fríggjadagin 27. november 2020 klokkan 16.00.

 

Luttøkugjaldið er 400 kr. fyri liðið og skal rindast á konto nr. 9181 174.473.0 í Betri Banka í seinasta lagi 31. desember 2020.

 

Kappingarskrá: Treytað av hvussu nógv lið luttaka í kappingini verður skráin hendan:  

 
Dagfesting
Lutakast fyri fyrsta umfar verður almannakunngjørt
28. november 2020
Úrslitini fyri fyrsta umfar skulu vera FBS í hendi í seinasta lagi
31. desember 2020
Lutakast annað umfar verður almannakunngjørt
4. januar 2021
Úrslitini fyri annað umfar skulu vera FBS í hendi í seinasta lagi
31. januar 2021
Lutakast fyri fjórðingsfinalur verður almannakunngjørt
4. februar 2021
Úrslitini fyri fjórðingsfinalurnar skulu vera FBS í hendi í seinasta lagi
28. februar 2021
Hálvfinalur og finala verða leiktar
13. mars 2021
 

Arbeitt verður í løtuni við at fáa til vega stuðlar til kappingina, soleiðis at hesir møguliga kunnu stuðla við áhugaverdum vinningum. Herumframt verður arbeitt við møguleikanum fyri at skipa fyri onkrum tiltaki í sambandi við hálvfinalurnar og finaluna. Meiri kunning um hesi viðurskifti kemur seinni. 

 

 

Vinarliga

FBS

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

22. apr 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30