Aftur til tíðindasavn

Tilmelding FM-Feløg

11 nov 2020

FM kappingin fyri feløg verður ætlandi leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 28. november 2020.

Orsakað av fleiri at av limafeløgunum ikki megnaðu at melda eitt lið til kappingina í fjør, varð avgerð tá tikin um at avlýsa hesa kapping vegna ovlítla undirtøku.

FBS hevur í ár tikið avgerð um at limafeløgini hava møguleika fyri at melda 2 lið til kappingina. Treytin fyri luttøku er tó at spælararnir eru skrásettir limir í avvaraðandi limafelag, sum viðkomandi umboðar.

Kappingin er treytað av at í minsta lagi 4 lið boða frá luttøku.

Byrja verður leygardagin 28. november 2020 kl. 12.00, og kappingin endar umleið kl. 19.00. Kostnaðurin er 200 kr. pr. lið.

Tilmelding til kappingina fer fram við at senda teldupost til bridge@bridge.fo. Eisini er møguleiki fyri at boða frá luttøku hjá kappingarleiðaranum hjá FBS, Dia Jacoben, á telefon 744 270.

Seinasta freist at boða frá luttøku er mikudagin 25. november 2020, kl. 12.00.

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

22. mar 2024

FM-Blandað Pør

18. mar 2024

Bridge: Byggitilfar er steypavinnari 2024

12. mar 2024

Íslendskur sigur í bridgekapping í Havn

11. mar 2024

Steypakappingin Hálvfinalur og finala