Aftur til tíðindasavn

Small Federations Games avlýst

04 sep 2020

Kappingin millum tær smáu bridgetjóðirnar er avlýst í ár. Orsøkin er koronusóttin.

Kappingin skuldi eftir ætlan verða spæld í litaviska høvuðsstaðnum Vilnius í oktober. Í einum brævi til bridgesambondini skrivar forsetin í EBL, Jan Kamras, at eftir tingingar við litaviska bridgesambandið og spælarar kring Evropa varð avgjørt at avlýsa kappingina, soleiðis sum smittuvandin eru í løtuni. Um umstøðurnar loyva tí, verður kappingin í staðin hildin í Vilnius í 2021.

Tann føroyski bridgelandsliðshópurin hevur annars í fleiri mánaðar vant og fyrireikað seg til kappingina í ár. Við í hópinum hava verið Arne Mikkelsen, Bogi Simonsen, Pól E. Egholm, Allan Dal-Christiansen, Dánjal Pauli Mohr, Árni M. Dam, Magni Jøkladal, Jákup Hjaltalin og Arnbjørn Sivertsen.

Føroyar hava tvær ferðir tikið lut í Small Federations Games. Í Budapest 2018 endaðu vit sum nr 14 av 17 londum, og í Novi Sad, Serbia, 2019 endaðu vit sum nr 9 av 20.

 

Budapest 2018
http://db.eurobridge.org/repository/competitions/18Budapest/microSite/results.htm

 

 

Novi Sad 2019
http://db.eurobridge.org/repository/competitions/19novisad/microSite/results.htm

 

 

 

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

08. jun 2025

NM: Føroyar aftast í báðum røðum

07. jun 2025

Kvinnur­nar vunnu á Íslandi

06. jun 2025

NM: Triðja umfar spælt

05. jun 2025

NM 2025 í Íslandi