Aftur til tíðindasavn

Balli og teir vunnu

18 mai 2020

FM kappingin fyri lið

    FM finalan í liðkappingini var spæld leygardagin 16. mai í Bridgehúsinum. Liðini, sum fyri umleið tveimum mánaðum síðani vunnu hvør sína semifinalu, vóru Dánjal Pauli Mohr og Allan Dal-Christiansen. Spælast skuldu 60 spøl við steðgi og uppgerð fyri hvørji 12 spøl. Dysturin byrjaði klokkan 10 fyrrapartin, og liðugt var at spæla klokkan 20 um kvøldið.

    Kappingarleiðarar vóru Bogi Simonsen og Arne Mikkelsen.

    Liðið hjá Dánjal Paula byrjaði best og vann trý tey fyrstu av teimum tilsamans fimm umførunum og lá trygt á odda við umleið 50 imps. Tvey tey síðstu umførini megnaði liðið hjá Allan at minka nakað um munin, men sigurin fór kortini trygt til Balla og hansara menn.

    Á liðnum hjá Balla leiktu eisini Árni M. Dam, Egil Sondum, Per Kallsberg og Jóannes Mouritsen.

Spøl úr finaluni - pdf (B&A blogga bridge)

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

08. jun 2025

NM: Føroyar aftast í báðum røðum

07. jun 2025

Kvinnur­nar vunnu á Íslandi

06. jun 2025

NM: Triðja umfar spælt

05. jun 2025

NM 2025 í Íslandi