Aftur til tíðindasavn

FM kappingin fyri lið

14 mai 2020

Finalan verður leygardagin

FM kappingin fyri lið hevði í vetur luttøku av 10 liðum. Liðini spældu fyrst eitt innleiðandi umfar ein dyst móti hvørjum øðrum. Fýra tey fremstu fóru víðari í semifinalurnar, og hini seks fóru undir eitt endaspæl í einum B bólki.

Tá ið koronutiltøkini vórðu sett í verk, vóru semifinalurnar leiktar og B bólkurin leiktur í helvt. Nevndin í FBS avgjørdi tá at útseta allar kappingar í óásetta tíð. Seinni varð avgjørt at sleppa øllum kappingunum uttan sjálvari FM finaluni fyri lið, sum nú verður í Bridgehúsinum leygardagin 16. mai.

Liðini, sum spæla finaluna, eru Dánjal Pauli Mohr og Allan Dal-Christiansen. Á liðnum hjá Dánjal Paula spæla eisini Árni M. Dam, Jóannes Mouritsen, Per Kallsberg og Egil Sondum, og á liðnum hjá Allani eru Pól E. Egholm, Magni Jøkladal, Rói á Rógvu Joensen, Símun Lassaberg og Robert Langgaard.

 

Finalan byrjar kl. 10:00. Spæld verða tilsamans 60 spøl. Stuttur steðgur og uppgerð verður eftir hvørji 12 spøl. Heiðursmerkjahandan og myndatøka verður stutt eftir kappingarlok, umleið kl. 20.

Kappingarleiðari verður Bogi Simonsen.

 

Tíðarskrá:

Kl. 10:00 - 11:50  Spæl 1 - 12
Kl. 12:00 - 13:50  Spæl 13 - 24
Kl. 14:20 - 16:00  Spæl 25 - 36
Kl. 16:15 - 18:00  Spæl 37 - 48
Kl. 18:10 - 20:00  Spæl 49 - 60

 

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

16. apr 2026

Spennandi bridgefestivalur við altjóða luttøku

14. apr 2026

Nú ber til at spæla við í ensku Realbridge kappingunum

12. apr 2026

Liðið hjá Byggitilfar er steypavinnari 2026

26. mar 2026

Opið hús mai 2026