Aftur til tíðindasavn

Henriette Svenstrup og Oddmar Danielsen vunnu FM Blandað Pør

05 nov 2024

Myndasavn

Føroyameistarakappingin fyri Blandað Pør varð leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 2. novembur 2024.

Sum heitið ber boð er kappingin ætlað pørum mann og kvinnu. Sum liður í at fáa fleiri nýggjar bridgespælarar at luttaka, var harumframt ein roynd gjørd við at royndir bridgespælarar kundu luttaka saman við spælarum, ið ikki hava spælt longri enn 4 ár.

10 pør luttóku í kappingini og leikt vóru 9 umfør á 5 spøl og sostatt 45 spøl í alt.

Fyrstu 3 umførini leikaði lutfallsliga javnt á og vóru einans 10 stig á muni millum trý tey fremstu pørini, har ávikavist Øssur Winthereig & Eva Sarita Berg og Birita Clementsen & Carl Mikkelsen lógu í oddinum. Sum kappingin leið gjørdu eisini onnur pør seg galdandi, eitt nú Dia Jacobsen & Arnleyg Mikkelsen og Henriette Svenstrup & Oddmar Danielsen.

Tá kappingin leið móti endanum myndaðu Henriette Svenstrup & Oddmar Danielsen og Dia Jacobsen & Arnleyg Mikkelsen oddin, meðan Birita Clementsen & Carl Mikkelsen og Øssur Winthereig & Eva Sarita Berg dystaðust um triðja plássið. Endaliga úrslitið gjørdist at Henriette Svenstrup & Oddmar Danielsen vunnu kapingina við 208 stigum meðan Dia Jacobsen & Arnleyg Mikkelsen vunnu sær annaðplássið við 196 stigum. Triðjaplássið vunnu Øssur Winthereig & Eva Sarita Berg sær við 194 stigum.

Endaliga úrslitið gjørdist hetta:

Føroya Bridgesamband takkar fyri eina góða kapping.

Komandi kappingin hjá Føroya Bridgesambandi er FM-Lið, ið verður leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 16. novembur 2024.

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

07. mai 2025

FM-Pør

27. apr 2025

Liðið hjá Byggitilfar er føroyameistari

24. mar 2025

Sterkir norrmenn vunnu Tórshav­nar Bridgefestival

24. mar 2025

Símun Lassaberg settur at samskipa landsliðs­venjingar­nar hjá…