Aftur til tíðindasavn

Liðið hjá Byggitilfar hevur lagt seg á odda í FM kappingini fyri lið

24 sep 2024

Fyrstu umførini í føroyameistarakappingini fyri lið vórðu leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 21. septembur 2024.

Eins og undanfarna kappingarár luttaka 10 lið í kappingini. Føroya Bridgesamband hevur avgjørt at skipa FM-kappingina fyri lið soleiðis, at fyrst verður leikt eitt grundspæl, har øll liðini møtast eina ferð í innanhýsis dytstum á 20 spøl. Í grundspælinum verða sostatt leiktir 9 dystir á 20 spøl.

Síðani verður farið til endaspælið, har liðini verða býtt upp í 2 bólkar. 4 tey fremstu liðini í grundspælinum koma í A-bólkin, meðan hini 6 liðini koma í B-bólkin.

Í endaspælinum hittast liðini í A-bólkinum 2 ferðir í innanhýsis dystum á 32 spøl, meðan endaspælið í B-bólkinum verður avgreitt á tann hátt, at liðini hittast 2 ferðir í innanhýsis dystum á 16 spøl.

Vinnarin av A-bólkinum verður føroyameistari, meðan vinnarin av B-bólkinum gerst bólkavinnari.

Úrslitini frá teimum trimum fyrstu umførunum í grundspælinum vóru hesi:

Støðan eftir fyrstu 3 umførini er hendan:

Komandi 3 umførini í grundspælinum í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 16. novembur 2024 og byrja verður kl. 12.00.

 

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

24. sep 2024

Liðið hjá Byggitilfar hevur lagt seg á odda í FM kapping­ini fyri…

23. sep 2024

Tilmelding til FM-Veteranar

08. sep 2024

Kunningarskriv frá Havnar Bridge­felag. Kom og spæl kort

01. sep 2024

Tilmelding til FM-Lið