Aftur til tíðindasavn

FM-Lið

07 nov 2023

Leygardagin 4. nov 2023 vóru spæld 3 umfør í innleiðandi kappingini í FM fyri lið

Kappingin byrjaði kl. 12 leygardagin. Áðrenn 4. umfar byrjaði var støðan:

Lagt var upp til trý spennandi umfør, har millum annað liðini á 1. og 2. plássi skuldu møtast í 5. umfari. Á júst hesum báðum liðnunum vóru øll 3 pørini, sum júst hava luttikið fyri føroyska landsliðið í Eystlandi vikuskiftið frammanundan hesum. Á liðnum Byggitilfar spæla Magni Jøkladal & Pól Egholm saman við Balla Mohr & Árna M. Dam meðan Símun Lassaberg & Arne Mikkelsen saman við Jóannes Mouritsen & Per Kallsberg spældu á liðnum Jóannes Mouritsen. Tey flestu væntaðu helst ein javnan dyst millum fremstu liðini, men tá avtornaði vann liðið hjá Jóannes Mouritsen sannførandi sigur á Byggitilfar.

Eftir at umførini 4-6 vóru spæld leygardagin, er støðan:

Higartil sær tað út til at lið 5, og kanska eisini lið 1, helst fara at liggja millum 4 tey fremstu liðini, sum skulu spæla um Føroyameistaraheiti, tá 9 umfør eru spæld. Hinvegin er enn stórur spenningur um, hvørji hini bæði liðini vera, sum koma við í meistarabólkin. Seinastu trý umførini verða spæld 25. novembur 2023.

Leinki tll FM lið kappingina: Úrslit  Spøl

Skrivað: Símun Lassaberg

Seinastu tíðindi

08. jun 2025

NM: Føroyar aftast í báðum røðum

07. jun 2025

Kvinnur­nar vunnu á Íslandi

06. jun 2025

NM: Triðja umfar spælt

05. jun 2025

NM 2025 í Íslandi