Aftur til tíðindasavn

Kappingar í Havnar Bridgefelag

31 aug 2021

Havnar Bridgefelag, sum vetrarhálvuna hevur kappingar hóskvøld í Bridgehúsinum, skipar í heyst fyri einari parakapping og einari liðkapping.

Parakappingin heystið 2021

Parakappingin byrjar hóskvøldið 9. september og endar hóskvøldið 18. november. Síðsta freist at tekna seg til hesa parakappingina er mánadagin 6. september. Pør, ið ynskja at taka lut í kappingini kunnu melda seg til hjá:

Finn Ougaard á telefon 58 36 59

og hjá Marjun Restorff við telduposti til havnarbridgefelag@gmail.com

Spæligjald til kappingina er tilsamans 300 kr fyri limir fyri øll seks spælikvøldini. Tey, sum ikki eru limir í felagnum, gjalda tilsamans 450 kr fyri tey seks spælikvøldini.

Liðkappingin heystið 2021

Liðkappingin byrjar hóskvøldið 30. september og endar hósdagin 25. november. Síðsta freist at tekna lið til kappingina er hóskvøldið 23. september. Tit tekna lið til hjá Finn og Marjun, sí omanfyri. Spæligjald fyri liðið er tillsamans 800 kr fyri øll fýra spælikvøldini.

Slóð til skránna hjá Havnar Bridgefelag: https://bridge.fo/skra-hab

Tilmeldingar higartil: https://bridge.fo/havnar-bridgefelag

Símun Lassaberg skipar vegna nevndina fyri øllum kappingunum í felagnum í ár. Til parakappingina verður hann kappingarleiðari burturav.

 

 

 

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

08. jun 2025

NM: Føroyar aftast í báðum røðum

07. jun 2025

Kvinnur­nar vunnu á Íslandi

06. jun 2025

NM: Triðja umfar spælt

05. jun 2025

NM 2025 í Íslandi