Aftur til tíðindasavn

Smal Federation Games í Vilnius

22 aug 2021

Fyriskipararnir av Small Federation Games kappinpini – Bridgesambandið í Vilnius – hevur í dag boða frá at Small Federation Kappingin verður hildin í Vilnius í døgunum 28-30. september 2021.

Føroya Bridgesamband hevur tikið avgerð um at senda eitt lið til hesa kapping. Orsakað av Covid-19 støðuni er skotbráðið øllum kunnugt sera stutt, men hetta er so ein fyritreyt sum vit mugu fyrihalda okkum til, og eftir umstøðunum royna at fáa tað fragasta burturúr.

Fyriskipararnir hava sett Covid-19 krøv í sambandi við luttøku, og hevur Føroya Bridgesambanbd í hesum sambandi gjørt av, at eitt krav fyri at luttaka í kappingini er at man er liðugt vaccinaerður.

Føroya Bridgesamband vil við hesum heita á pør, sum hava áhuga í at luttaka í Small Federation Games kappingini í hesum døgum, um at boða bridgesambandinum frá við at senda teldupost til bridge@bridge.fo í seinasta lagi fríggjadagin hin 10. september 2021 kl. 16.00.

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

24. des 2025

Nýggjárskapping

16. des 2025

Kappingar á Realbridge um høgtíðina

14. des 2025

Lær at spæla bridge í BRIDGE­HÚSI­NUM várið 2026

14. des 2025

FM-Veteranar